Lýsing
Námsfrøðingar til Lítlafløtt
Søkt verður eftir:
- 5 námsfrøðingum at arbeiða 30–40 tímar um vikuna, at byrja 3. august 2026 ella eftir nærri avtalu.
- 3 føstum sjúkra- og feriuavloysarum at starvast 30 tímar um vikuna. Avloysararnir koma at starvast í samband við fráveru vegna sjúku, feriu o.l.
Námsfrøðilesandi, sum fáa prógv í summar, eru vælkomin at søkja.
Um námsfrøðingar ikki søkja, kunnu hjálparfólk verða sett tíðaravmarkað.
Á Lítlafløtti fært tú eitt spennandi, mennandi og fjølbroytt starv saman við góðum starvsfelagum.
Sum námsfrøðilig tiltøk hava vit TRAS, TÍTT og Betri Vinir.
Vit ynskja, at tú:
- Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
- Kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur
- Ert nærverandi, kreativ/ur og dámar væl at vera úti
- Sært møguleikar og avbjóðingar í nærumhvørvinum
- Vilt vera við til at mynda og menna okkara námsfrøðiliga umhvørvi
- Skilir og tosar føroyskt
Vit bjóða:
- Eitt sjálvstøðugt og áhugavert starv, har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi
- Eitt starv, har tú saman við dugnaligum starvsfeløgum ert við til at menna tað námsfrøðiliga umhvørvið
- Eitt starv, har trivnaður, umsorgan, nærvera og menning eru í hásæti
Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært barnaváttanarlógini §4 skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.
Meira kunning
Sóleyð Debes Joensen, leiðari
Tlf. 232747
Kunning um stovnin fæst á heimasíðuni:
https://litliflottur.fo/
Umsókn
Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi:
17. juni 2026 kl. 12.00
Send umsókn til:
litliflottur@sjovar.fo
Dagstovnurin Lítlifløttur
Fløtuvegur 82
490 Strendur
Lýsingin kann síggjast her:
https://www.sjovar.fo/news/5547/sokt-verdur-eftir-starvsfolki-til-litlaflott/?NewsgroupIds=1