Nánd-Heimatænastan
Útgivið
3. juni 2026
Útgongur
18. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Nánd søkir starvsfólk til dagligu leiðsluna av kostframleiðsluni í Nánd, har málið er at framleiða heilsugóðan mat til borgarar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, sum eru visiteraðir til tænastur frá Nánd. Køkurin er staðsettur á sambýlinum Vesturstovu í Fuglafirði.

Arbeiðið fatar um matframleiðslu til tey trý sambýlini í ávikavist Leirvík, Norðragøtu og Fuglafirði, dagtilhaldið í Doktarahúsinum, umframt døgurðar til heimabúgvandi borgarar.

Starvið sum køksleiðari er leyst at søkja, og talan er um eitt starv á starvsbrøki 1,0 og starvsbyrjan 1. august 2026 ella eftir avtalu. Køksleiðarin vísir til leiðaran á Vesturstovu. Arbeiðið er gerandisdagar mánadag til fríggjadag. Umleið helvtin av tíðini er í køkinum, meðan helvtin av tíðini er til leiðsluuppgávur.

Arbeiðsuppgávur

  • Tú verður við til at menna nýggja framleiðslukøkin hjá Nánd, samansjóða køksstarvsfólkini og vegleiða køksfólk fakligt
  • Tú skalt røkja dagligu leiðsluna og vera leiðari hjá køksstarvsfólkunum
  • Arbeiðið fevnir m.a. um at leggja dagligu framleiðsluna til rættis, at tryggja rætta dygdargóða matgerð, mannagongdir, heilsugóðan og varierandi kost.
  • Skipa fyri innkeypi og bílegging
  • Tú sært tað sum eina dygd at brúka frískar rávørur í staðin fyri hálv- ella heilvirkaðar vørur, og tú skalt leggja dent á at avmarka matoysl
  • Tú fært ábyrgd av at tryggja, at køkurin livir upp til galdandi krøv viðvíkjandi løggilding, innaneftirliti, reinføri og framleiðslu, og at kost- og føðslutilmælir verða fylgd
  • Virka fyri menning, ráðgeving og vegleiðing í mun til máltíðir og serkost til borgaran
  • Tú skalt kunna samskifta munnliga og skrivliga um mat og máltíðir til eldri borgarar 67+ og luttaka á fundum um kostframleiðlsu
  • Tú ert tænastusinnað/ur og hevur góð tvørfaklig samstarvsevnir, har tú virkar fyri trivnaði millum starvsfólk í køkinum. Tú ert bindilið millum deildir, starvsfólk í køkinum, deildarleiðararnar og heilsustarvsfólk
  • Saman við deildarleiðarunum virkar tú fyri góðum trivnaði og góðum arbeiðsumhvørvi
  • Samskipa matartænastuna saman vid tørvsmetum

Førleikar, útbúgving og eginleikar

  • Prógv sum føðsluatstøðingur ella líknandi kostfakliga útbúgving, professionsbachelor í føðslu og heilsu
  • Møguligar arbeiðsroyndir frá stovnskøki og matgerð til eldri borgarar og sjúklingar
  • Møguliga leiðsluroyndir og/ella útbúgving
  • Vit vænta, at tú ert røkin og arbeiðssom/-samur og ert fleksibul í mun til at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Góð tvørfaklig samstarvsevni, bæði tá umræður starvsfólk, borgarar, deildir og samstarvspartar
  • Góð samskiftisevni og góðan telduførleika
  • Góðan førleika at miðla vitan, skrivliga eins væl og munnliga

Vit kunnu bjóða

  • Ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • Møguleika at seta tín dám á nýggja køkin
  • Felags innleiðslu í Nánd umframt upplæring á staðnum
  • Dugnaligar og virknar starvsfelagar
  • Starvsfólk hjá Nánd hava møguleika at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík ávísar tíðir.

Løn- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið / KAF og Kost- og Føðslufelag Føroya.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Elsebeth V. Simonsen, deildarleiðara Vesturstova, telefon 730232 ella teldupost elsebeth@eystur.fo

Umsókn
Umsókn saman við prógvi og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til Nánd á nand@eystur.fo ella við posti til Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta.

Umsóknarfreistin er 18.06.2026.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið