Førari til kranabil

R.T.S. Contractors
Útgivið
11. august 2021
Staður
Fjøruvegur 7 FO- 620 Runavík, Faroe Islands
Starvsstaður
Vitjandi
181

Lýsing

Vilt tú verða ein týðandi partur av einari spennandi fyritøku í menning?

  • Tú kemur at arbeiða í eini fyritøku,ið arbeiðir innan bori, spreingi- og lendisarbeiði.
  • Tú kemur at verða ein týðandi partur einum toymi á 34 starvsfólkum
  • Tú kemur at koyra ein Scania kranabil

Starvið
Starvið fevnir um:

  • At koyra kranabilin og verða til taks á ymsu arbeiðsplássunum kring landið
  • At røkja kranabilin, m.a. at halda serviceaftalur
  • Halda bilin reinan og penan
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Tín vangamynd
Vit vænta, at tú:

  • Hevur stóra koyrikortið
  • Hevur royndir at koyra krana- og lastbil
  • Tú ert nærløgd/nærlagdur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar og virksemið hjá okkum
  • Setur trygd í hásæti og ert punktlig/ur í mun til kravdar mannagongdir
  • Ert ábyrgdarfull/ur, ágrýtin og klár/ur at taka eitt eykað tak, um neyðugt

Vit bjóða
Sum bilførari hjá RTS fært tú eitt áhugavert og mennandi starv við fjølbroyttum uppgávum.
Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.
Vit geva tær neyðuga upplæring í mannagongdum, og tað ið starvið annars krevur.

Lønar og setanartreytir
Lønir og setanartreytir eru sambært avtalu. Vit vænta at seta ein kranførara sum skjótast, men bíða fegin eftir tí rætta.

Umsókn
Ert tú áhugað/ur at søkja starvið, ring til Poul Helgi Jacobsen, á tel. +298 500835, ella send teldupost til: phj@rts.fo

Líknandi størv

20. oktober 2021