Útgivið
15. juli 2022
Útgongur
14. august 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Føroya biskupur er ovasti kirkjuligi myndugleikin í fólkakirkjuni og hann stjórnar Føroya Stiftsstjórn. Umframt stiftsfulltrúa starvast biskupur, stiftsprestur, fíggjarleiðari og skrivstovufulltrúi á skrivstovuni hjá stiftsstjórnini.

Um starvið
Høvuðsuppgávan verður at skipa dagliga arbeiðið á skrivstovuni, og tú vísir beinleiðis til biskupin, sum myndar starvið saman við tær.

Tú skalt eisini ráðgeva biskupi og dómprósi í málum, sum viðvíkja

  • Kirkjum
  • Embætisrøkt hjá prestum
  • At føra kirkjubøkur
  • Kirkjuráðsvali
  • Prósdømisráðsvali og biskupsvali

Starvsstaðurin er á skrivstovuni í J. Paturssonargøta 20 í Havn. Nakrar leygar- og sunnudagar um árið verður tú við biskupi til arbeiðis í teimum staðbundnu kirkjuliðunum runt um landið.

Broytingar kunnu verða í starvsviðurskiftunum alt eftir tí, ið kirkjuni tørvar.

Um teg
Vit ímynda okkum, at tú ert løgfrøðingur ella hevur aðra viðkomandi útbúgving, ið nemur við samfelagið og almenna fyrisiting. Tað er týðandi, at tú hevur kunnleika um bygnað fólkakirkjunnar og vitan um, hvussu hon arbeiðir lokalt.

Nógv samskifti er við kirkjuráð, prestar og myndugleikar um landið, og tí er neyðugt, at tú hevur góð samstarvsevnir.

Setanar- og lønarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi fakfelag. Starvið verður lønt sum fulltrúi.

Ætlanin er at seta starvið sum skjótast og í seinasta lagi 1. oktober í 2022.

Umsókn
Send okkum umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir til stift@kirkjan.fo ella til Stiftsstjórnina, J. Paturssonargøta 20, 100 Tórshavn.

Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú venda tær til Jógvan Fríðriksson, biskup, á jf@kirkjan.fo.

Umsóknarfreistin er mánadagin 15. august í 2022 kl. 12.00.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið