TAKS
Útgivið
22. marts 2024
Útgongur
10. april 2024
Staður
Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
eym@taks.fo

Lýsing

Sum fíggjarleiðari hjá TAKS stendur tú á odda fyri at fáa allar landsins inntøkur til høldar og stýrir einum roknskapi upp á nakrar milliardir. Føroyar snara veruliga um teg, og starvið krevur tí bæði rygg og dreiv, fyri ikki at tala um eitt gott høvd.

Starvið er satt at siga sum skorið til tín, og nú hevur tú kjansin at søkja tað.

Um starvið
Sum fíggjarleiðari hjá TAKS er tað fremsti lutur tín at tryggja, at roknskapur stovnsins er rættur fyri øll tey stovnsnummur, ið stovnurin umsitur. Talan er um stóran part av inntøkum landsins og um umsiting av úrvaldum grunnum.

Uppgávurnar eru millum annað at:
•    halda skil á mongu inntøkunum, sum stovnurin umsitur,
•    standa fyri rakstrinum á stovninum,
•    hava ábyrgd av innaneftirliti stovnsins,
•    effektivisera arbeiðsgongdir,
•    gera hagtøl og greiningar,
•    stíla fyri verkætlanum.

Sum fíggjarleiðari skalt tú vera vakin um tað verandi og opin fyri tí ótonkta. Tað er, at tú skalt vera tilvitin um dygdirnar í tí gamla og møguleikarnar í tí nýggja, og nær man skal sleppa ella halda fast.

Saman við leiðsluni fert tú at menna núverandi KT-skipanir og seta í verk arbeiðsamboð innan roknskap og leiðsluamboð fyri stovnin.

Tú verður partur av leiðslubólki stovnsins og vísir beinleiðis til stjóran.

Á fíggjardeildini fært tú trettan dugnalig fólk aftur at tær, staðsett í Havn og Saltangará.

Um teg
Tú brennir fyri leiðslu og ræðist ikki broytingar. Tú ert kveikjandi og samstarvandi, hevur góðar gávur og sært skjótt nýggjar leiðir til at røkka málum stovnsins innan strategiskar verkætlanir.

Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving og leiðsluroyndir í roknskapi og fíggjarstýring. Tú kennir føroysk samfelagsviðurskifti og fíggjarviðurskifti væl. Tú hevur førleikar í kunningartøkni og roknskaparamboðum og hevur eisini áhuga fyri løgfrøði. Tú samskiftir væl á føroyskum, enskum og donskum.

Fólk siga eisini um teg, at tú:
•    ert framfýsin,
•    hevur ábyrgdarkenslu,
•    kanst taka avgerðir og skipa eitt arbeiði,
•    sært heildina uttan at missa ansin fyri tí smáa.

Um setanarviðurskiftini
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Talan er um fulltíðarstarv, ið ætlandi verður sett skjótast gjørligt. Høvuðsstarvsstaðurin er í løtuni TAKS í Havn. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Send okkum umsókn tína
Tað gert tú talgilt á umsóknarsíðu okkara. Fyll út, viðheft viðkomandi skjøl og send av stað.

Umsóknarfreistin er 10. apríl 2024
Fá meira at vita um starvið við at venda tær til Eyðun Mørkøre, stjóra, á 35 26 00 ella á eym@taks.fo.

SØK HER

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið