Landsverk
Útgivið
13. februar 2024
Útgongur
26. februar 2024
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Vit leita eftir ágrýtnum og dugnaligum starvsfólkum við tekniskum áhuga og innliti, og/ella útbúgving til tunnilsgerð.

Um tunnilstoymið
Tunnilstoymið er ætlað at taka sær av gerð av minni tunnilsverkætlanum til smærri bygdir. Í 2021 byrjaði arbeiðið at gera tunnil frá Húsavík til Dals í Sandoynni. Tunnilin var skotin ígjøgnum í nov. 2023 og er umleið 2165 metrar. Høvuðsbyggiplásssið er í Húsavík. Arbeiðið er skipað burturav innan Landsverk við einum tunnilstoymi, harumframt eru undirveitarar knýttir at arbeiðinum. Arbeitt verður nú við liðugtgerð av tunlinum. Á heystið 2024 er ætlanin at tunnilstoymið ferð undir gerð av tunli til Tjørnuvíkar. Tunnilin gongur frá Marmaskallará norðanfyri Haldórsvík til Tjørnuvíkar og verður umleið 2200 metrar. Verkætlanirnar eru skipaðar saman við verkfrøðiliga serkunnleikanum hjá Landsverki.

Arbeiðsøkið
Sum partur av tunnilstoyminum, fert tú at luttaka í fjølbroyttum uppgávum innan tunnilsgerð.

Vit ímynda okkum, at tú hevur áhuga í upplæring í tunnilsgerð, men eisini møguligari upplæring í boring/borivogni og øðrum maskinamboðum í sambandi við tunnilsgerð. Fyrimunur er at hava sans og áhuga fyri teknikki og viðlíkahaldi.

Um teg
Tú hevur áhuga fyri at arbeiða við spennandi og avbjóðandi tunnilsgerð, og at fáa neyðugu upplæringina.

Royndir innan oman fyri nevndu arbeiðsuppgávur eru ein fyrimunur. Tú skal hava vanliga koyrikortið. Útbúgving sum eitt nú tøkningur, smiðjur ella maskinistur kann vera ein fyrimunur, men er ikki ein treyt.

Sum persónur ert tú ágrýtin og hevur áræði at seta teg inn í nýggjar uppgávur, eins og at geva eina hjálpandi hond. Harafturat vænta vit, at tú ert samstarvandi, arbeiðssamur/-som, dugnalig/ur og fleksibul.

Vit seta trygdina í hásæti, og tí er tað avgerandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans, ert árvakin og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávunum.

Setanartreytir
Talan er um tímalønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Arbeiðstíðin verður tillagað sbrt. arbeiðsgongdini í tunlinum, vanliga í skiftandi umførum á umleið 10 dagar og 10 dagar frí, men má starvssetti tola broytingar. Roknast má við úrtíðararbeiði og forskotnari arbeiðstíð.

Talan er um starv við skiftandi arbeiðsstaði, sum hevur høvuðsarbeiðsstað á Lambareiði. Í løtuni verður arbeitt í Húsavík. og ætlandi verður flutt til byggiplássið norðanfyri Haldórsvík móti endanum av árinum. Arbeiðstíðin verður tillagað sbrt. arbeiðsgongdini í tunlinum, antin í skiftandi umførum ella vanligar dagar. Roknast má við nakað av úrtíðararbeiði og forskotnari arbeiðstíð

Umsóknir Umsókn og lívsrensl (cv) skal sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo, og vera okkum í hendi í seinasta lagi 26. februar 2024.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Mortan Gaasedal anleggsleiðara á telefon 290 875 ella teldupost morg@lv.fo ella til Sigurð Ó. Vang, deildarleiðara á Verkætlanardeildini, á telefon 290 871 ella siva@lv.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið