Fólkaheilsustýrið
Útgivið
16. april 2024
Útgongur
29. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Fólkaheilsustýrið sóknast eftir fólkaheilsufrøðingi til setan 1. juni.

Fólkaheilsustýrið
Fólkaheilsustýrið umsitur løgtinslóg nr. 77 frá 6. mai 2022 um Fólkaheilsustýrið. Høvuðsuppgávan hjá stovninum er at skipa heilsufakliga økið í Føroyum og at veita granskingargrundaða ráðgeving við støði í føroyskum heilsu- og samfelagsviðurskiftum.

Fólkaheilsustýrið umsitur m.a. tilbúgving í føroyska heilsuverkinum og ger vegleiðingar til heilsulóggávu og tilmæli til myndugleikar og stovnar. Fólkaheilsustýrið umsitur somuleiðis fólkaheilsuøkið og ráðgevur Heilsumálaráðnum, stovnum og almenninginum um økið. Eisini er farsóttarøkið lagt til stovnin at umsita.

Arbeiðsuppgávur

  • Fyrireika tilfar og gera tilmæli innan fólkaheilsu
  • Hagtals- og greiningararbeiði
  • Menna og skipa skráir
  • Gera heilsufrágreiðingar
  • Vegleiða leiðsluna í Fólkaheilsustýrinum um fólkaheilsuviðurskifti

Førleikar

  • Kandidatprógv í fólkaheilsufrøði e.l.
  • Hollan kunnleika til fólkaheilsukanningar
  • Góðar førleikar og royndir við hagtalsarbeiði, hagtalsgreining og at brúka hagtalsforrit
  • Góðar skrivligar og munnligar førleikar í føroyskum, norðurlendskum og enskum
  • Góð samstarvs- og samskipanarevni
  • Ábyrgdarfull/ur, røkin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • Jaligan hugburð til broytingar og umskifti

Vit bjóða

  • Eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv, har týdningarmiklar avgerðir verða tiknar
  • Møguleika fyri fakligari menning
  • Eitt arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á góðan trivnað

Lønar – og setanartreytir
Starvið er fulla tíð. Arbeiðsstaðurin er Eirargarður 2, 2. hædd í Havn
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Tann, sum verður sett/ur, má tola broytingar í starvinum, og at arbeiðsøkið eisini fer at fevna um aðrar uppgávur.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjarna á Steig, stjóra, tel. 233070.

Umsókn
Umsókn við lívsrensli, avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til hst@hst.fo.

Umsóknarfreistin er 29. apríl 2024.

Fá meiri at vita á www.folkaheilsustyrid.fo

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið