Almanna- og mentamálaráðið
Útgivið
14. marts 2024
Útgongur
11. april 2024
Staður
Eirargarður 2, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
torkilr@ammr.fo

Lýsing

Almanna- og mentamálaráðið søkir eftir dugnaligum og ágrýtnum fulltrúa til farloyvisstarv at byrja 1. juni 2024 og fram til og við 31. mai 2025. Fulltrúin kemur at arbeiða á Mentanardeildini við mentan, list, fjølmiðlum, ítrótti, stuðli til list og mentanarlig tiltøk og norðurlendskum samstarvi sum høvuðsøki, og tí kann væntast nakað av ferðing uttanlands.

Starvið
Høvuðsuppgávurnar hjá fulltrúanum eru eitt nú:
- Lóggávumenning, harundir at taka lut í fyrireikingini at endurskoða lóggávu og regluverk á mentanarøkinum saman við viðkomandi pørtum.
- At veita leiðslu og starvsfólkum í ráðnum ráðgeving og vegleiðing
- At tryggja, at málsøkið sum heild verður umsitið á fullgóðan hátt
- At taka lut í innanlands og norðurlendskum samstarvi
- At viðgera innkomin mál í samráð við aðrar partar í ráðnum
- At umboða ráðið í tvørgangandi samstarvi

Fulltrúin skal tryggja, at nevndu uppgávur verða loystar á einum høgum fakligum stigi, og at mannagongdir eru í samsvari við nútímans krøv. Høvuðsuppgávan í einum stjórnarráði er politisk menning, ráðgeving og umsiting.

Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni, ella vera um at verða liðug/-ur, vera skipað/-ur og duga væl at orða seg á føroyskum og øðrum norðurlendskum máli, bæði í skrift og talu. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarar hevur fyrisitingarfrøðiliga útbúgving ella royndir við fyrisitingarligum arbeiði, haruppií málsviðgerð.

Tú skalt vera tænastusinnað/-ur, fyrikomandi og hava góð samstarvsevni. Tú skalt hava førleika skjótt at seta teg inn í nýggj viðurskifti og duga at miðla hetta víðari til onnur. Eisini mást tú vera før/-ur fyri at kunna arbeiða undir einum ávísum trýsti. Tú skalt hava góð analytisk evni umframt politiskt tev og áhuga fyri mentanarøkinum og samfelagsviðurskiftum í síni heild.

Vit bjóða
Starvið er spennandi við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti inn- og úteftir. Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi, og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir.

Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Setanarøkið fevnir um øll stjórnarráðini, Løgmansskrivstovuna og deildir teirra.

Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til:
Almanna- og mentamálaráðið Eirargarður 2 FO-100 Tórshavn ella við telduposti til: umsokn@ammr.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 11. apríl 2024 kl. 12.00.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú seta teg í samband við Torkil V. Rasmussen, deildarstjóra, á tlf. 555046 ella t-post torkilr@ammr.fo.

 

Almanna- og mentamálaráðið umsitur eitt nú almannamál, javnstøðumál og mentamál yvirhøvur so sum skapandi mentan, stuðulsskipanir á mentanarøkinum, mentanararv, loftmiðlamál, Ítrótt og kirkjumál. Stjórnarráðið veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið