Lýsing
Brennur tú fyri eldraøkinum og øllum teimum møguleikum, ið eru við at starvast innan røkt? At skapa góð og virðilig kor fyri aldrandi borgaran samstundis sum tú mennir teg fakliga og stuðlar undir heilsufakligari skjalfestan, so er tað tær, vit leita eftir til Traðarlon á Boðanesheiminum.
Á Traðarlon búgva 24 búfólk við ymiskum røktartørvi og førleikum. Vit hava góðar karmar og arbeiðsumstøður, og starvsfólkatrivnaður og felagsskapur hava stóran týdning fyri okkum. Á Traðarlon stremba vit eftir høgari fakligheit og miðja eftir at skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag, har búfólk, starvsfólk og avvarðandi samstarva til gagns fyri búfólkini.