Tórshavnar kommuna
Lýsing
Kundi tú hugsað tær at verið við til at ment eina nýggja matarskipan til fólkaskúlarnar í Tórshavnar kommunu, so næmingar fáa dygdargóðan og heilsugóðan mat hvønn skúladag? So er tað tær, vit leita eftir.
Talan er um eitt spennandi starv, har tú fært ein lyklaleiklut í eini royndarverkætlan við matarskipan í Tórshavnar kommunu. Matarskipanin hevur til endamáls at tryggja, at næmingar fáa eina góða máltíð mitt á degi, sum stuðlar undir trivnaði, heilsu og læring.