Lunnar
Útgivið
17. juni 2026
Útgongur
1. juli 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit leita eftir einum royndum og sjálvstøðugum ráðgeva, sum hevur hug at menna nýggj kundasambond og vera við til at skapa vøkstur hjá Lunnum.

Hjá Lunnum menna vit heimasíður, appir og skipanir til kundar, har góðska, álit og veruligt virði hava stóran týdning. Nú ynskja vit at styrkja arbeiðið við kundamenning, marknaðarmenning og nýggjum møguleikum.

Talan er um eitt nýtt starv, har tú fært stóra ávirkan á, hvussu kundamenningin hjá Lunnum verður skipað. Tú verður við til at byggja tilgongdirnar upp frá grundini — frá marknaðargreining, pipeline og CRM til átøk og nýggj kundasambond.

Tað hevur stóran týdning, at tú hevur tekniskt innlit og dugir at knýta tørvin hjá kundanum saman við teimum loysnum, vit menna. Tú skalt duga at síggja, hvussu okkara førleikar, tænastur og skipanir kunnu skapa virði fyri kundan.

Starvið er fulltíðarstarv, og arbeiðsstaðurin er í okkara nýggju hølum í Saltangará.

Vit vænta, at tú

  • hevur royndir við kundamenning, ráðgeving og uppsøkjandi arbeiði
  • dugir at greina marknaðin og síggja nýggjar møguleikar
  • dugir at skilja tørvin hjá kundanum við at lurta og seta røttu spurningarnar
  • hevur royndir við sølutilgongdum, pipeline og CRM
  • torir at taka fyrsta stigið og skapa nýggj sambond
  • hevur tekniskt innlit og áhuga fyri tøkni
  • ert sjálvstøðug/ur, ágrýtin og álitisvekjandi
  • dugir væl at samskifta og byggja varandi kundasambond
  • hevur koyrikort

Vit seta ikki krav um ávísa útbúgving. Tað týdningarmesta er, at tú hevur royndir, gott handalag fyri fólki og vinnu, og dugir at skapa álit.

Vit bjóða
Tú verður partur av einum dugnaligum og tekniskt sterkum toymi í góðum kørmum. Tú fært møguleika at seta tín dám á eitt nýtt starv og vera við til at byggja kundamenningina hjá Lunnar upp frá grundini.

Vit bjóða nýggj høli, gott arbeiðsumhvørvi, góðan mat, starvsfólkatúrar og góðar treytir.

Løn verður avtalað millum partarnar.

Vit eru tilreiðar at taka ímóti rætta viðkomandi beinanvegin.

Umsókn
Send umsókn og CV til:

Signar Nielsen, stjóri
sn@lunnar.fo
234024

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Signar Nielsen.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið