Lýsing
Skúlin á Trøðni leitar eftir einum eldhugaðum leiðara til frítíðarskúlan í Heildagstilboðnum at byrja 1. august 2026.
Um Heildagstilboðið
Heildagstilboðið er partur av Skúlanum á Trøðni, sum er eitt tilboð, ið fevnir um børn, ið hava gagn av at skúli og frítíðartilboð eru á einum og sama staði.
Heildagstilboðið er mannað við einum føstum toymi av starvsfólkum, ið arbeiðir við samanhangandi námsfrøði og greiðum strukturi og mannagongdum.
Okkara mál er at skapa tryggleika, trivna og bestu menningarmøguleikar til hvørt einstakt barn í einum sunnum felagsskapi.
Starvið
Starvið sum leiðari til Heildagstilboðið er eitt tvíbýtt starv, har leiðarin:
- arbeiðir uml. helvtina av tíðini á gólvinum saman við børnunum og starvsfólkunum
- arbeiðir uml. helvtina av tíðini við leiðslu- og fyrisitingaruppgávum
Leiðarin er partur av leiðslutoyminum í Skúlanum á Trøðni og arbeiðir í tøttum samstarvi við skúlastjóran og varaskúlastjóran. Tó so hevur leiðarin dagliga leiðslu og námsfrøðiliga ábyrgd av Heildagstilboðnum.
Ábyrgdar- og uppgávuøki
- Daglig leiðsla og skipan av Heildagstilboðnum
- Námsfrøðilig vegleiðing og sparring við starvsfólk
- Skipan av arbeiði, mannagongdum og strukturum
- Samstarv við foreldur, leiðslu og aðrar stuðulseindir
- Luttøka í menning av Heildagstilboðnum sum partur av øllum skúlanum
- Tryggja samanhangandi námsfrøði millum skúlatíð og frítíð
Førleikakrøv
Vit vænta, at tú:
- Hevur námsfrøðiliga útbúgving (námsfrøðingur ella aðra viðkomandi útbúgving)
- Hevur royndir við børnum við serligum tørvi
- Hevur leiðslu- og/ella samstarvsroyndir (ella áhuga og evni at taka leiðaraábyrgd)
- Dugir at arbeiða bæði strategiskt og praksisnært
- Ert nærverandi, skipað/-ur og ábyrgdarfull/-ur
- Hevur góð samskiftisevni á føroyskum, munnliga og skrivliga
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur ella vilt fara undir leiðsluútbúgving.
Vit bjóða
- Eitt spennandi og fjølbroytt starv við bæði leiðslu og praksis
- Møguleika at seta tín dám á menningina av Heildagstilboðnum
- Eitt arbeiðspláss við dugnaligum og fakliga sterkum starvsfelagum
- Námsfrøðiliga vegleiðing, ráðgeving og møguleika fyri skeiðum
- Eitt arbeiðsumhvørvi, har trivnaður, virðing og samstarv eru í miðdeplinum
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært galdandi sáttmála. Setanarbrotið og løn verða ásett sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Starvið er sáttmálasett.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Meiri kann lesast um Heildagstilboðið her:
Heildagstilboð í Skúlanum á Trøðni
Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til:
sat@sat.fo
Viðmerking: Leiðari til Heildagstilboðið
Umsóknarfreist: 3. juli 2026 kl. 12.00
Setanarsamrøður verða væntandi 6. og 7. juli.
Meira at vita
Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim
Skúlastjóri
Tlf.: 283213