Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
22. marts 2024
Útgongur
21. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ynskir tú at veita dygdargóða tænastu og skapa heimligar karmar, har einstaka búfólki hevur ávirkan? So er møguleikin her!

Vit sóknast eftir
Einum heilsurøktara og einum heilsuhjálpara frá 1. mai 2024 ella eftir nærri avtalu. Talan er um føst størv og starvsbrøkurin verður eftir avtalu við teg. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.

Norðoya Ellis- og Vistarheimi er bústaður hjá 9 fólkum við ymiskum ynskjum og tørvum. Vit arbeiða tí miðvíst við at skapa góðar karmar fyri trivnaði millum búfólk, starvsfólk og avvarðandi.

Førleikakrøv og karmar
Til størvini krevjast útbúgving og autorisatión sum heilsurøktari og útbúgving sum heilsuhjálpari.

Endamálið við størvunum er at veita dygdargóða røkt og stuðul út frá ynskjum og tørvum hjá einstaka búfólkinum. Fyri at røkka endamálinum vænta vit, at tú:
• Hevur góð evni at samskifta og samstarva, eisini í tvørfakligum høpi
• Hevur royndir innan eldra- ella demensøkið, hetta er tó ikki eitt krav
• Í samstarvi við búfólk, avvarðandi og starvsfólk ynskir at skapa karmar fyri einum tryggum og heimligum umhvørvi, har einstaka búfólkið fær møguleika fyri ávirkan.

Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, strembar eftir at veita tænastur á høgum fakligum stigi, tí kunnu vit bjóða tær:
• Góða innleiðslu saman við dugnaligum starvsfeløgum
• Fakligar avbjóðingar, har tú fært nýtt tína røktarfakligu vitan og førleikar
• Framhaldandi fakliga og persónligari menning, m.a. vegleiðaraskeið og onnur skeið, ið eru viðkomandi fyri virkisøkið

Fyri at stuðla undir tína heilsu, bjóða vit tær at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’.

Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og ávikavist Heilsurøktarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Dianu Ó. Johannessen, deildarleiðara, á tel. +298 793420 ella við telduposti til dianaj@nbh.fo.

Umsókn við avritum av prógvum, v.m. verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini er 12. apríl 2024.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið