Vesturvón
Útgivið
10. december 2021
Útgongur
3. januar 2022
Staður
Kálvalíðvegur 2, 370 Miðvágur, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Heimasjúkrarøktarfrøðingur til Vesturvón.

Ert tú ein eldhugaður og samstarvssinnaður sjúkrarøktarfrøðingur, so er tað júst tær vit leita eftir sum okkara komandi starvsfelagi.
Vesturvón er skipað interkommunalt, og eru tað umleið 150 fólk, sum fáa tænastu frá okkum. Talan er um samskipaða tænastu, sum kann vera heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð, fyribyrgjandi venjingar og fyribyrgjandi heimavitjanir til borgarar yvir 75 ár.

Harumframt eru 37 bú -, endurvenjingar- og umlættingarpláss á Heiminum á Sýnini.

Vit vilja saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka, og sum eisini ger tað gjørligt at verða heima sum longst.

 

Søkt verður eftir:

  • Farloyvisstarv sum heimasjúkrarøktarfrøðingur á starvsbrøk 1,0 í skiftandi vaktum at byrja 1.januar 2022 ella skjótast til ber til 31.desembur 2022.

 

Førleikakrøv:

  • Útbúgving, prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Kann verða fyrimunur at hava starvsroyndir innan økið

 

Vit vænta at tú:

  • Er miðvís/ur og skipað/ur í tilgondini til arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt í virðiligum samstarvi við aðrar fakbólkar, samstarvsfelagar og avvarðandi
  • Ert reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur og broytingar
  • Hevur eina viðurkennandi tilgongd og ert áhugað/ur í at menna teg sjálva/n og aðrar starvsfólkabólkar bæði við samstarvi og undirvísing
  • Ert áhugað/ur og sinnað/ur at arbeiða í tøttum samstarvi og toymum
  • Hevur telduførleikar á brúkarastøði og evni at seta teg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum

 

Vit bjóða tær:

  • Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum.
  • Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
  • Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur
  • Møguleikan at fáa ávirkan á menning og tænastur vit veita
  • Góða innleiðslu

 

Meiri fæst at vita:
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóngerð M. Nielsen, stjóra á tlf. 793201 og teldupost jongerd@vesturvon.fo ella Bjartu Arge, deildarleiðara á tlf. 793218 og teldupost bjarta@vesturvon.fo

Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett frá 1. februar 2022 ella skjótast til ber, og lønt sambært sáttmála millum KAF/ Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

 

Umsóknir:
Umsókn saman við prógvum og autorisatión verður at senda til: vesturvon@vesturvon.fo

Umsóknarfreistin er 2. januar 2022

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið