Korndalsgarður á Eiði
Útgivið
27. marts 2024
Útgongur
10. april 2024
Staður
Brekkuvegur 37FO-470 Eiði, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
korndalsgardur@eidi.fo

Lýsing

  • Dámar tær at brúka náttúruna sum menningardepil?
  • Ynskir tú at arbeiða saman við dugnaligum starvsfelagum?
  • Kundi tú hugsa tær at havt ávirkan á títt arbeiði?
  • Leingist tú eftir lítlum barnabólki og góðari normering?
  • Vilt tú hava góða tíð til fyrireiking?

Hetta kanst tú fáa og nógv annað, um tú velur eitt starv á Eiði.

Vit eru 8 námsfrøðingar og 16 hjálparfólk, ið taka støði í at geva børnum ein góðan, mennandi og inkluderandi gerandisdag.

Vit søkja eftir námsfrøðingum fulla ella niðursetta tíð til vøggustovu og barnagarð, umframt til barnsburðarstarv í frítíðarskúla. Tað er eisini møguligt at fáa varaleiðarastarv.

Størvini verða at seta 1.juni ella skjótast gjørligt.

Tú ert vælkomin at síggja stovnin og møguleikarnar, áðrenn tú tekur støðu til at søkja. Tú kanst fáa meira at vita við at venda tær til leiðaran á tlf. 740410.

Løn sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya pedagogfelag.

Vit gleða okkum at fáa eina umsókn frá tær, áðrenn 9. apríl kl. 14.00. Umsókn, prógv v.m. verður at senda til korndalsgardur@eidi.fo.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hava vit skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið