MEST
Útgivið
12. april 2024
Útgongur
10. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

MEST søkir eftir fólki til goymsluna og sølubúðina í Havn.

Á goymsluni hjá MEST í Havn er ferð á. Her eru týðandi uppgávur at gera hvønn dag, og okkum tørvar tí eitt fólk, ið kann vera við at tryggja, at tingini verða sett á sína røttu hill.

Í starvinum fert tú at

  • pakka,
  • seta á hillar,
  • selja og vegleiða,
  • finna fram umbidna vøru og útgerð,
  • gera annað umráðandi goymsluarbeiði.

Tað er ikki neyðugt at hava útbúgving ella royndir í goymsluarbeiði, men tað er ein fyrimunur.

Vit bjóða

Eitt spennandi og fjølbroytt starv og arbeiðspláss, har trivnaður hevur stóran týdning, har viðurskiftini eru skipað og trygg, og har møguleikar eru at menna seg bæði fakliga og persónliga.

Løn

Lønin verður eftir royndum og førleikum.

Umsóknarfreistin er 10. mai 2024

Vilt tú vita meira um starvið, ring ella skriva til Eirik Joensen, goymsluleiðara, á telefon 791177 ella á eirikur.joensen@mest.fo.

--

Vit eru MEST

Ein fyritøka á fimm hundrað hegnig fólk, sum hvønn morgun tørna til á føroyskum skipasmiðum og verkstøðum og í frálandavinnuni úti í heimi. Vit smíða og bøta um bátar og skip, tilevna tól úr klingandi stáli, skaffa nýtt fyri slitið og brotið og hiva og sleipa mangt less upp á pláss.

Vit eru í Havn, Runavík og á Skála, og hevur tú hug og hendur, kanst tú koma við.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið