Tórshavnar kommuna
Útgivið
11. april 2024
Útgongur
22. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

»Sansir vekja minnir og gera máltíðirnar til stjørnuløtur á Tjarnargarði«.

Starvið
Á Tjarnargarði verður søkt eftir einum hjálparfólki til tíðaravmarkað starv, at starvast á starvsbrøki 0,75, í tíðarskeiðnum frá 1. mai 2024 til 30. apríl 2025.

Starvsbrøkur 0,75 svarar til 30 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er í dagtímunum, gerandisdagar millum kl. 8.30 og 14.30, og 4. hvørt vikuskifti kl. 9.00 til 15.00.

Tað er eisini ein møguleiki at arbeiða tríggjar fastar dagar um vikuna, frá kl. 8.00 til 15.00 og 4. hvørt vikuskifti frá kl. 9.00 til 15.00.

Á Tjarnargarði eru tvær deildir, Lava-og Luddalon, har eru 24 búpláss til eldri borgarar. Og Demensdepilin við 18 plássum, har vit veita búpláss og umlætting til borgarar við demenssjúku. Harumframt hava vit 12 pláss í dagtilboðnum og veita fysio-og ergoterapi.

Køkurin er ein nýggjur yrkis stovnskøkur, og hevur løggilding sum móttøkukøkur. Mat framleiðslan á Tjarnargarði er til 41 borgarar, og umfatar millum máltíðir, nátturða og bakstur, sum alt verður gjørt á Tjarnargarði. Døgurðin og omaná verður dagliga gjørt á Lágargarði, og koyrt út til Tjarnargarð.

Tú hevur ein leiðandi føðsluatstøðing afturat tær, sum hevur starvast í køkinum á Tjarnargarði í nógv ár, og sum tú kemur at starvast saman við til dagligt.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið