Útgivið
6. juli 2022
Útgongur
5. august 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit søkja lærlingar, sum eru við til at taka ábyrgd, vísa áhuga og fegin vilja læra og arbeiða. Gott lag og lætt sinni eru góðir eginleikar at hava við, tí vit skulu eisini hava tað stuttligt, tá vit eru til arbeiðis. Saman við góðum starvsfeløgum, verður tú við til at tryggja okkara kundum bestu tænastuna í einari fyritøku í stórari menning.

Í Bygma Balslev hava vit Byggibúð, Handverkarabúð, Timburdeild og Gólvdeild. Umframt hesar deildir eru Goymsla, Skrivstova og Marknaðardeild og deildina í Vági, Bygma Suðuroy. Í alt telja vit 85 elduhugað starvsfólk.

EGIРSERØKI
Í Bygma Balslev ganga vit høgt uppí at okkara starvsfólk fáa ábyrgd og pláss at mennast.

Sum sølulærlingur hjá okkum fært tú ábyrgd av tínum egna serøki, tað snýr seg bæði um framsýning, bílegging og uppfylling av vørum umframt at kanna nýggjar trendir og møguleikar innan títt øki.

LÆRUTÍÐIN OG ÚTBÚGVINGIN
Í lærutíðini lærir tú millum annað at selja, tú lærir eisini nógv um kundarøkt og um alla bygging, m.a. tilfar, amboð og um arbeiðsklæðir. Tú lærir eisini goymslustýring, innkeyp, logistikk og marknaðarføring. Vit hava í løtuni sjey lærlingar í ymsu deildunum.

Lærlingaútbúgvingin er ein skiftisútbúgving, har tú skiftir ímillum at vera í læru/arbeiða á einum arbeiðsplássi og ganga í skúla. Tú fært løn undir allari útbúgvingini og eftir loknað útbúgving fært tú lærubræv sum gevur tær góðar framtíðar møguleikar. Royndartíð er fyrstu seks mánaðirnar. Skúlagongdin er á Business College Syd í Mommark, har fleiri aðrir sølulærlingar úr bæði Føroyum og Danmark eisini læra. Eitt skúlaheim hoyrir til skúlan, har tú kemur at búgva í útbúgvingartíðini. Skúlaskeiðini eru oftast 14 dagar í senn.

Lønin er góð og er væl hægri enn lønartalvirnar hjá Samverk (S&K) áseta.

Útbúgvingin inniber "salg og salgspsykologi" sum er á støði við akademimerkonom (10 ECTS).

Les meira um Business College Syd her.

VIT VÆNTA AV TÆR

  • Vit vænta at tú ert jalig/ur, hevur lætt sinni og at tú ert áhuga/ur og fús/ur at læra
  • Vit vænta at tú hevur HH/Búskaparbreyt ella FHS.
  • Vit vænta eisini at tú tekur læruna seriøst frá 1. degi av, líkasum vit.

Freistin at søkja er mánadagin 1. august 2022.
Vit søkja ein sølulærling til Handverkarabúðina og ein sølulærling til Timburdeildina.

Størvini verða sett skjótast til ber, men vit bíða fegin eftir røttu persónunum.

Ynskir tú at hoyra nærri um ella søkja starvið í Handverkarabúðini, vend tær til Hera, leiðara, á tel. 345080 ella hn@balslev.fo. Ynskir tú at hoyra nærri um ella søkja starvið í Timburdeildini, vend tær til Helga, leiðara, á tel. 345076 ella hdm@balslev.fo.

 

Líknandi størv

30. april 2024
30. april 2024
30. april 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið