Útgivið
9. marts 2022
Útgongur
23. marts 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Køksfólk

Alvalon leitar eftir køksfólki, sum brennir fyri at gera heilsugóðan kost, at byrja 01.04.22 ella skjótast gjørligt eftir tað.

Um stovnin
Alvalon liggur í einum barna- og náttúruvinarligum umhvørvi í Sørvági. Vit skipa karmarnar so at børn og vaksin trívast, hava tað stuttligt og mennast. Á stovninum ganga 112 børn í aldrinum 0-7 ár, og tað eru 40 starvsfólk.

Um starvið
Í starvinum kemur tú at standa fyri innkeypi og matarætlan. Tú ger millummála og somuleiðis mat til starvsfólkafundir v.m. Starvið er 20-25 t um vikuna.

Væntanir
Væntað verður at tú hevur góð samstarvsevni, og áhuga at matgerða. Somuleiðis at tú hevur áhuga í at menna eina heilsugóða kostætlan. At tú er ert virkisfús/-ur, tolin, og dugir at síggja menningar møguleikar. At tær dámar at verða í einum umhvørvi, við nógvum børnum og vaksnum.

Vit kunnu bjóða tær:

  • eitt spennandi arbeiðspláss
  • at verða við í einum dugnaligum starvsfólkahópi
  • eitt umhvørvi, har trivnaður, fakligheit og menning eru í hásæti
  • at verða luttakandi í einum stovni í menning

Sí heimasíðu okkara www.alvalon.fo

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, c.v., viðmælum v.m. skal sendast til birita@sorvag.fo seinast 23.03.22.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Biritu Arge leiðara, tlf 233240 ella Vivan á Stongum varaleiðara, tlf 233237.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið