Útgivið
7. marts 2022
Útgongur
21. marts 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Køksfólk til høvuðssætið hjá Almannaverkinum

Almannaverkið søkir eftir einum køksfólki til tíðaravmarkað starv.

Um starvið
Talan er um eitt starv 29,25 tímar um vikuna at seta skjótast gjørligt. Starvið er tíðaravmarkað í eitt ár, og arbeiðsstaðurin er í høvuðssætinum hjá Almannaverkinum á Staravegi 18 í Havn.

Arbeiðstíðin er fyri tað mesta um morgunin, tó at longri dagar kunnu vera alt eftir arbeiðstrýstinum. Av tí sama er møguligt at hava frídagar, tá ið minni er at gera.

Umleið 140 starvsfólk arbeiða á Staravegi 18, og køkurin er mannaður við trimum fólkum: einum føðsluatstøðingi, sum leiðir køkin, og tveimum øðrum køksfólkum.

Arbeiðsuppgávur
Høvuðsuppgávan er at hjálpa køkinum at skipa fyri matgerð, innkeypi og reingerð í køkinum og at tryggja, at køkurin er væl skipaður.

Vit vænta,

  • at tú ert álítandi og ábyrgdarfull/-ur.
  • at tú ert røkin, fyrikomandi og arbeiðssom/-samur.
  • at tú ert før/-ur fyri at skipa arbeiðið sjálv/-ur og kanst arbeiða sjálvstøðugt.
  • at tú dugir at gera smakkgóðan mat.

Royndir og/ella útbúgving innan matgerð kann vera ein fyrimunur.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Viðskiftadeplinum. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin "Søk starvið".

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 21.03.2022 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Eileen Andreasen á tlf. 297342, ella Gunnvør Jacobsen á tlf. 297046.

Almannaverkið strembar eftir at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum til Føroya fólk á øllum virkisøkjum stovnsins. Almannaverkið umsitur fyri meira enn 1,7 milliard krónur á løgtingslógini fyri 2021 og til samans starvast meira enn 1100 fólk í Almannaverkinum.

Leiðslan í Almannaverkinum er skipað við stjóra, fíggjarstjóra og fýra depilsstjórum. Deplarnir eru sosial fyrisiting og útgjald av veitingum (VSD), trivnaðartænastur til fólk við menningartarni (TDM), trivnaðartænastur til fólk við sálarsjúku (TDS) og trivnaðartænastur til fólk, sum hava likamlig brek (TDL).

Almannaverkið virkar um allar Føroyar og veitir umleið 1000 trivnaðartænastur til fleiri enn 600 borgarar, ið fáa tænastur á bústøðum, verkstøðum, dag- og frítíðartilboðum, umlættingartilboðum, stuðulstilboðum og barnavernd í fleiri enn 75 bygningum kring alt landið. Fleiri enn 18.000 hjálpartól eru lænt út at betra um lívið hjá borgarum og fleiri enn 800 borgarar fáa endurvenjing fyri at vinna førleikan aftur. Hvørt ár gera vit 240.000 peningaflytingar og taka 15.000 avgerðir.

Almannaverkið stendur á einum felags endamáli, sum er at skapa tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt lív. Hesum stremba starvsfólkini eftir at røkka við at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Almannaverkið leggur dent á javnvirði, eldhuga, trivnað, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap í gerandisdegnum, og virðini skulu endurspeglast í øllum virki okkara.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið