Klaksvíkar Sjúkrahús
Útgivið
1. februar 2024
Útgongur
15. februar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir heilsurøktara at starvast í skiftandi vaktum, frá 1. apríl 2024. Starvsbrøkurin er 0,8.

Seingjardeildin er ein blandað medisinsk og kirurgisk deild við 22 seingjarplássum, sum veitir kanning, viðgerð og sjúkrarøkt. Á deildini er eisini dagskurður og viðrakning.

Á seingjardeildini hava vit visiónir um eitt høgt fakligt støði í sjúkrarøkt og umsorgan til sjúklingarnar og avvarðandi. Vit arbeiða tvørfakligt við eini rehabiliterandi tilgongd og við virðing fyri tí einstaka menniskjanum. Fyri at sjúklingurin skal fáa eina góða sjúklingagond, verður veitt frálæra, stuðul og umsorgan, bæði til sjúklingin og til tey avvarðandi. Í mun til doyggjandi sjúklingar, stremba vit eftir at tryggja umstøður til ein virðiligan deyða, eins og avvarðandi fáa umsorgan og stuðul í mun til tørv teirra.

Tað verður lagdur stórur dentur á, at tað í øllum toymum verður veittur ein tvørfakligur innsatsur. Tí hevur seingjardeildin tætt samstarv við aðrar fakbólkar í húsinum, sum er við til at tryggja sjúklinginum eina optimala og dygdargóða sjúklingagongd.

Vit bjóða:
• eitt ábyrgdarfult, avbjóðandi, sjálvstøðugt og fjøltáttað starv
• upplæring við útgangsstøði í tínum fakligu førleikum og royndum
• fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar við góðum sosialum samanhaldi
• fokus á toymisarbeiði, ynskja ein jaligan hugburð, sum ávirkar trivna og góða sjúklingagongd.

Førleikar:
• prógv og góðkenning sum heilsurøktari
• dirvi, góð samstarvsevni og fleksibilitet
• fakligan áhuga innan endurvenjing
• opið og jaligt sinni
• góðan telduførleika.

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Heilsu-røktarafelagið.

Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við deildarleiðara, Ingrid Petersen, tlf. 265935, ella teldupost: ingpe@ks.fo

Umsókn, saman við avriti av prógvi og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo

Umsóknarfreistin er 15.02.2024.

Á heimasíðu okkara www.ks.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið