P/F Hotel Hafnia
Útgivið
27. marts 2024
Útgongur
23. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit eru eitt livandi hotell við fleiri spennandi matstovum m.a. Bistro 1. Hædd og Katrina Christiansen, og tískil kunnu vit eisini bjóða tær fleiri spennandi uppgávur í køkunum.

Á okkara Bistro, 1. Hædd, verður klassiski franski køkurin settur saman við norðulendskum rávørum í søguligum umvhørvi.

Á okkara sjarmerandi matstovu, Katrina Christiansen, borðreiða vit við tapas, sum er gjørt við íblástri frá føroyskum matsiði og við tí, sum føroyska náttúran og havið hava at bjóða.

Sum kokkur á okkara livandi hotelli, verður tú partur av einum evnaríkum toymi, har tónin er óformellur og vit hugna okkum saman. Vit bjóða eitt spennandi og nýhugsandi arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleikan at vera við til at menna matskráir í samstarvi við høvuðskokkin á Hotel Hafnia. Harumframt hesar uppgávur:

  • Fyrireiking og matger av vælsmakkandi a la carté rættum, ið eru í trá við okkara matskrá
  • Gott samstarv við starvsfelagarnar, ið tryggjar eina góða tænastu
  • At tryggja høga góðsku á tí vit gera, gott reinføri og harumframt at avmarka matoyðsl


Tú ert útbúgvin kokkur við viðkomandi royndum. Vit virðismeta allarmest títt virkni, og at tú heldur, at vælsmakkandi burðardyggur matur og góð tænasta ger allan munin.

Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru eftir galdandi sáttmála og avtalu. Vit bjóða góðar starvsfólkaágóðar í øllum Smyril Line samtakinum. Starvsbyrjan er hálvan mai 2024.

Freist at søkja
Umsóknarfreistin er 23. apríl 2024Leinkja til lýsing her.

Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Onnu Østerø, køksleiðara, á tel. 233147 ella ao@hafnia.fo

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið