Útgivið
20. september 2021
Útgongur
9. oktober 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Kokkur til Hotel Hafnia

Elskar tú at gera mat og skapa góðar upplivingar? Kom so og verð ein partur av dugnaliga toyminum mitt í hjartanum í Havn. Vit sóknast eftir einum starvsfelaga til okkara livandi Hotel Hafnia, at arbeiða í 5-2 vaktum. 

Tú verður væl móttikin og verður partur av einum dugnaligum toymi av kokkum og tænarum. Tú kemur at matgerða og borðreiða til heita køkin í Restaurant Hafnia og ymisku tiltøkini á hotellinum, og verður við til at tryggja, at gestir okkara fáa eina góða mataruppliving.

Tín vangamynd

  • Tú er útbúgvin kokkur og hevur helst royndir at starvast í einum køki
  • Tú ert von/vanur at arbeiða breitt við fjøllbroyttum matskráum
  • Tú elskar at gera mat og megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn

Løn eftir avtalu. Starvið verður sett skjótast gjørligt og allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis hr@hafnia.fo. Viðmerk ”Kokkur til Hotel Hafnia”.

Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Onnu Østerø á tlf. 233147 ella via ao@hafnia.fo.

Hotel Hafnia er okkara 3 stjørnaða superior hotell mitt í Havnini, við 79 kømurum, 4 smáttum og 4 stjørnaðu ráðstevnu hentleikum.

 

 

 

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið