Gjaldstovan
Útgivið
26. marts 2024
Útgongur
14. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tú hevur sjálvandi flair fyri teldum og veitst, at man kann hakka annað enn kjøt og leyk, men hevur tú eisini kunnleika um trygd á netinum? Um vandar, sum lúra, og hvussu man kann verja seg fyri teimum? Fylgir tú við og ert árvakin?

So kanst tú gerast nýggja kt-trygdarfólkið hjá Gjaldstovuni, tí beint nú leita vit eftir einum dugnaligum og ágrýtnum fólki, sum hevur royndir á økinum, og sum vil vera við til at veita Føroyum bestu kt-verju.

Um starvið
Talan er um eitt spennandi og áhugavert starv.

Tú fert at arbeiða í tøttum samstarvi við starvsfólkini í KT Trygd. Fyrsta tíðin verður skipað sum upplæring, alt eftir førleikum og royndum tínum, og fer bæði fram sum partur av dagliga arbeiðinum og á uttanhýsis skeiðum. Tá ið upplæringin er av, fært tú ábyrgd av egnum trygdarøkjum í tøttum samráði við starvsfelagar tínar.

Vit hugsa, at tú við tíðini sertifiserar teg í onkrari grein í kt-trygd. Kt-trygdarfólk okkara hava ISACA-sertifiseringar. Les meira um tær á https://www.isaca.org/credentialing/certifications.

Um teg
Fyrst og fremst veitst tú nógv um kt og dugir at seta teg inn í eitt kt-skipanarumhvørvi. Tú hevur eisini kunnleika um kt-trygd og áhuga fyri evninum. Tú fert at samskifta nógv við kt-fólkini á Gjaldstovuni og veitarar okkara. Tí skalt tú duga væl at skriva føroyskt og skilja væl enskt.

Vit ímynda okkum, at tú hevur útbúgving sum datanomur ella datamatikari, ella at tú hevur kt-útbúgving á bachelor- ella masterstigi. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi starvsroyndir í kt og kt-trygd.

Um KT Trygd
Gjaldstovan hevur kt-trygd sum eitt av ábyrgdarøkjum sínum. Arbeiðið er nógv grundað á lógir og altjóða trygdarstandardar og fevnir um at:

  • gera váðagreiningar,
  • orða og dagføra trygdarpolitikkir, leiðreglur og mannagongdir,
  • fremja innan- og uttanhýsiseftirlit og at samskifta við uttanhýsis grannskoðarar,
  • støðugt at kunna starvsfólk um kt-trygd og persónsdátutrygd (awareness),
  • undirvísa í kt-trygd og at ráðgeva stovnum og skúlum um kt-trygd,
  • arbeiða við dagligum kt-trygdarspurningum og hendingum,
  • hava eftirlit við trygdarkrøvum til kt-veitarar,
  • umsita sáttmálar við veitarar og kundar við atliti at kt-trygdarkrøvum og dátuvernd.

Stórur partur av kt-rakstrinum og menningini á Gjaldstovuni er útveittur. Útveitingarnar verða stýrdar neyvt við sáttmálum, og trygd er ein týðandi partur av tí. Øll virkisøkini á Gjaldstovuni verða árliga kt-trygdarskoðað av uttanhýsis grannskoðara, og Samleikin verður regluliga skoðaður av altjóða grannskoðarum fyri at tryggja, at øll trygdarkrøv verða hildin.

Setanar- og lønarviðuskifti
Starvið er fulltíðarstarv. Setanarviðurskifti og løn eru eftir sáttmála sambært viðkomandi útbúgving og royndum. Økið KT-trygd er skipað beinleiðis undir stjóranum á Gjaldstovuni og er í løtuni mannað við einum kt-trygdarleiðara og einum kt-trygdarserfrøðingi.

Umsóknarfreistin er 14. apríl 2024

Send okkum umsókn tína við avritum av prógvum og møguligum viðmælum til starv@gjaldstovan.fo og skriva “Kt-trygdarfólk” sum evni.

Vilt tú vita meira um starvið, ring ella skriva til Dorit Reinert, kt-trygdarleiðara, á dorit@gjaldstovan.fo ella á 35 24 25 / 22 56 55.

 

Gjaldstovan er eitt gott arbeiðspláss

Vit – tað eru vit stívliga sjeyti starvsfólk, sum hvønn dag skapa Gjaldstovuna – eru skipað í trý høvuðsøki: KT Landsins, Løn & Bókhald Landsins og Talgildu Føroyar, og øll stremba vit eftir at ganga á odda í faki okkara, so at tey, sum fáa tænastur frá okkum, kunnu gera arbeiði sítt til lítar.

Vit vilja, at starvsfólk skulu trívast og mennast, skipa tí javnan fyri fakligum og sosialum tiltøkum, og í kantinuni stendur døgurðin á borðinum hvønn dag.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið