Atlantic Airways
Útgivið
11. april 2024
Útgongur
22. april 2024
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Kundi tú hugsað tær nýggjar avbjóðingar í eini fyritøku, ið virkar á altjóða marknaðinum? Í løtuni hava vit eitt starv leyst sum KT-trygdarfólk hjá Atlantic Airways.

KT-umhvørvið er stórt við nógvum áhugapørtum. Sostatt eru nógvar ymiskar uppgávur, og tín lutur verður serliga innan KT-trygd.

Tú gerst partur av okkara KT-deild, har vit eru seks fólk, ið arbeiða við bæði rakstri, support, menning og KT-trygd. Á deildini sleppur tú at royna teg í avbjóðandi og fjølbroyttum starvi við nógvum ymiskum uppgávum.

Starvið
Høvuðsuppgávurnar á KT-deildini eru rakstur, viðlíkahald og menning av innanhýsis skipanum og samaneining (integratión) av skipanum. Tín uppgáva verður KT-trygd.

Í felagnum hava vit fleiri ymiskar KT-skipanir; eitt nú til ferðaseðlasølu, avgreiðslu av flogførum og flogfólki, inntøku- og útreiðslustýring, viðlíkahald av flogførum og tyrlum, umsiting, umframt aðrar skipanir. Hetta krevur eitt margfeldi av serskipanum og altjóða skipanum, sum vit arbeiða við dagliga.

KT-trygd fevnir breitt, og tú fert at arbeiða við ymiskum trygdar-tongdum uppgávum. M.a. skalt tú:

  • Viðlíkahalda og menna KT-politikk, leiðreglur og mannagongdir
  • Hava eftirlit við, at KT-politikkur og leiðreglur verða fylgd
  • Standa fyri váðametingum og uppfylging av hesum
  • Umsita samstarv við veitarar ísv. KT-trygd
  • Ráðgeva um og íverkseta KT-trygdarskipanir
  • Vera við til at íverkseta KT-trygdarloysnir
  • Arbeiða við ISMS
  • Tryggja, at vit altíð arbeiða í samsvari við Persónsdátulógina og GDPR

Um teg
Tú fylgir neyvt við, hvat rørir seg innan KT-trygd, bæði á fyristingarliga økinum eins væl og á tekniska økinum, og tú dugir at taka hetta við í tað dagliga arbeiðið.

Tú arbeiðir skjótt, tá ið váðar krevja tað og hevur eisini hegnið at fullføra ta longu tilgongdina, tá ið størri broytingar eru fyri framman.

Útbúgving innan økið er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, eins og viðkomandi starvsroyndir innan KT og KT-trygd eru ein fyrimunur.

Arbeiðsstaður
Arbeiðsstaðurin er á flogvøllinum í Vágum. Setanarviðurskifti og løn verða ásett eftir avtalu.

Umsókn
Hevur tú hug at søkja starvið, trýstir tú á “Søk starvið”. Umsóknarfreistin er tann 22. apríl 2024. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Tað er eitt krav at hava reina revsiváttan og standa vanligu trygdarskeiðini fyri flogvallir, herundir fimm ára bakgrundkanning av lívsrensli (cv).

Vilt tú vita meira?

Vinaliga set teg í samband við Hanus Midjord, KT-leiðara, tel. 213 744, t-postur hanus@atlantic.fo ella Elina Sigvardsen, HR-leiðara, tel. 213 702, t-postur
elin@atlantic.fo

leinki til umsóknarblað

Leinki til lýsing

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið