Gjaldstovan
Útgivið
26. marts 2024
Útgongur
14. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú skil upp á net og skipanir, og dámar tær at hjálpa øðrum? Dugir tú at kravfesta og finna loysnir? Kundi tú hugsað tær at stílað fyri ella at ráðgivið í KT-verkætlanum?

Kom og verð nýggi KT-umsitarin í 2nd level supportini hjá KT Landsins.

Her verður tú partur av einum spennandi arbeiðsplássi við dugnaligum og framsóknum starvsfeløgum og góðum møguleikum fyri fakligari menning.

Um starvið
Høvuðsuppgáva tín verður at veita stovnum í Landsneti og Skúlaneti KT-tænastur og at tryggja raksturin av skipanum og netum.

Sum KT-umsitari fert tú at:

  • seta upp og umsita net,
  • seta upp og umsita forrit, stýriskipanir og stillingar til ymisk tól og at verkseta tað við Intune,
  • seta upp og umsita Windows Server, Active Directory, Microsoft Entra ID, Exchange Online, Intune og aðrar Office 365-skipanir,
  • arbeiða við automatisering og scripting í eitt nú PowerShell og líknandi amboðum,
  • arbeiða við tøkniligari trygd og trygdaruppseting,
  • finna og fiksa feilir á neti, tólum og skipanum,
  • vegleiða stovnar umvegis telefon og úti á stovnunum,
  • vegleiða 1st level supportina,
  • arbeiða við verkætlanum,
  • greina KT-veitingar.

 

Førleikar
Fyri at røkja starvið er týðandi, at tú hevur áhuga í KT, og at tú ert til reiðar at seta teg inn í nýggja tøkni og nýggjar skipanir.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi útbúgving, til dømis sum KT-supportari, ella tú hevur KT-útbúgving frá hægri lærustovni. Starvsroyndir í KT-umsiting eru eisini ein fyrimunur.

Tað verður samskift nógv við útlendskar veitarar, og tí mást tú umframt føroyskt duga enskt og danskt.

Vit leggja dent á, at starvsfólk hava rættar førleikar at loysa arbeiðsuppgávurnar. Tí skipa vit fyri, at tú fært neyðuga upplæring, um tú ikki hevur royndirnar.

Um KT Landsins
KT Landsins er deild á Gjaldstovuni og rekur felags KT-undirstøðukervini Landsnet og Skúlanet, sum miðsavna og samskipa KT hjá øllum landsins stovnum og skúlum. Við tær eru vit tólv fólk í KT Landsins. Vit samstarva tætt við KT-veitarar okkara.

Tænasturnar hjá okkum fevna m.a. um:

  • at hýsa og reka net og servarar
  • at umsita teldur og brúkarar
  • At hjálpa brúkarum
  • At ráðgeva um KT og KT-samskipan
  • Felags KT-innkeyp
  • KT-trygd.

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Verður starvið sett eftir sáttmála millum fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið, verður tað, alt eftir førleikum, flokkað í 6. ella 8. lønarflokki, BA ella sum serfrøðingur 3.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Birgir av Steinum, deildarstjóra, birgir@gjaldstovan.fo, tel. 792 499.

Umsóknarfreistin er 14. apríl í 2024

Send okkum umsókn tína við prógvum og møguligum viðmælum til starv@gjaldstovan.fo, og viðmerk “KT-umsitari”.

 

Gjaldstovan er eitt gott arbeiðspláss

Vit – tað eru vit stívliga sjeyti starvsfólk, sum hvønn dag skapa Gjaldstovuna – eru skipað í trý høvuðsøki: KT Landsins, Løn & Bókhald Landsins og Talgildu Føroyar, og øll stremba vit eftir at ganga á odda í faki okkara, so at tey, sum fáa tænastur frá okkum, kunnu gera arbeiði sítt til lítar.

Vit vilja, at starvsfólk skulu trívast og mennast, skipa tí javnan fyri fakligum og sosialum tiltøkum, og í kantinuni stendur døgurði á borðinum hvønn dag.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið