TAKS
Útgivið
26. marts 2024
Útgongur
16. april 2024
Staður
Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
ann@taks.fo

Lýsing

TAKS er farið undir at nútímansgera KT-skipan sína. Skipanin, ið er ein grundsúla undir føroyska samfelagnum, hevur fingið navnið Kjarnan. Talan er um stórverk, og vit søkja nú eftir einum royndum verkætlanarleiðara, sum við ansi fyri sniði og virksemisgreining vil skapa verkið saman við okkum.

Um starvið
Tú verður við í programmleiðsluni fyri Kjarnuna og fert at standa á odda fyri einum av fýra verkætlanartoymum. Tú fert at samskifta og samstarva nógv við aðrar verkætlanarleiðarar, mennarar, veitarar og endabrúkarar. Vit arbeiða agilt og primert við fakskipanum.

Sum partur av deildini fyri KT-menning verður tú eisini við til at loysa aðrar uppgávur, sum hoyra deildini til. Deildin mennir og røkir eitt nú Borgaragluggan og Vinnugluggan saman við eksternum veitarum, og hon er fakligur garantur fyri, at TAKS kann umsita allar leypandi broytingar í landsins skattalógum, avgjaldslógum og kunngerðum.

Við leiðaranum eru tit sjey dugnaligir makkarar á deildini.

Um teg
Tú ert ein góður samskiftari og fyriskipari, kanst bæði samstarva og einstarva og kemur væl út av tí við øll. Tú ert fakliga forvitin, hugsar analytiskt og langsiktað og elskar at knekka nøtir. Tú skilur føroyskt og dugir at tosa og skriva enskt.

Tú hevur ans fyri og gjarna eisini royndir í:
•    at gera funktionelt snið og góð brúkaramót,
•    at greina mannagongdir og at skriva brúkarasøgur,
•    at vera við í menningarprosessum og verkætlanarleiðslu í agilari menning,
•    at miðla millum brúkarar og mennarar og at samskipa áhugabólkar.

Tú hevur hægri útbúgving í kunningartøkni, eitt nú bachelor ella kandidat í datalogi, softwaremenning ella samsvarandi. Tú hevur holla vitan um brúkaravinarligheit og gott skil á verkætlanarleiðslu, harímillum SCRUM. Tað er fyrimunur at hava áhuga fyri løgfrøði. Tað er eisini fyrimunur at duga at brúka amboð til sniðgeving, serliga Adobe XD. Gott eisini, um tú kennir eitt sindur til føroyska samfelagið og almennu fyrisitingina.

Setanartreytir
Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Starvsstaðurin er í løtuni Smyrilsvegur 20 í Havn.

Send okkum umsókn tína
Tað gert tú talgilt á umsóknarsíðu okkara. Fyll út, viðheft viðkomandi skjøl og send av stað.

Umsóknarfreistin er týsdagin, 16. apríl 2024
Vilt tú vita meira um starvið, set teg í samband við Ann Damgaard, deildarleiðara, á telefon 35 26 00 ella á ann@taks.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið