Bygma Balslev
Útgivið
4. august 2023
Útgongur
31. august 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit gleða okkum at fáa ein sølulærling í Byggibúðina.

Okkara ynski er, at tú sum lærlingur ert við til at taka ábyrgd, vísa áhuga og fegin vil læra og arbeiða. Lærlingaútbúgvingin er ein skiftisútbúgving, har tú skiftir ímillum at vera í læru/arbeiða á einum arbeiðsplássi og ganga í skúla. Lønin er góð, og er væl hægri enn lønartalvurnar hjá Samverk (S&K) áseta.

  • Ert jalig/ur
  • Hevur lætt sinni
  • Ert áhugað/ur og fús/ur at læra
  • Hevur HH/Búskaparbreyt ella FHS
  • Ert arbeiðsom/arbeiðssamur

Vit

  • Geva tær ábyrgd og egið serøki
  • Vegleiða teg, tá tørvur er á tí
  • Flenna nógv
  • Arbeiða nógv
  • Ganga høgt uppí starvsfólka menning og trivnað

Gott lag og lætt sinni eru góðir eginleikar at hava við, tí vit skulu eisini hava tað stuttligt, tá vit eru til arbeiðis. Saman við góðum starvsfeløgum, verður tú við til at tryggja okkara kundum bestu tænastuna í einari fyritøku í stórari menning.

LÆRUTÍÐIN OG ÚTBÚGVINGIN
At læra til søluatstøðing tekur 2-3 ár, alt eftir hvørja skúlagongd tú hevur. Sum sølulærlingur hjá okkum, fært tú ábyrgd av tínum egna serøki. Tú hevur ábyrgd av vørubílegging, framsýning og uppfylling. Tú ert við til at taka avgerðir um víðari menning og optimering av vøruúrvalið. Harumframt fært tú royndir við goymslustýring, innkeyp, logistikk og marknaðarføring.

Tú fært løn undir allari útbúgvingini, og eftir loknað útbúgving fært tú lærubræv, sum gevur tær góðar framtíðar møguleikar.

Skúlagongdin er á Business College Syd í Mommark, har sølulærlingar úr Føroyum og Danmark eisini læra. Skúlaskeiðini eru oftast 14 dagar í senn, og tá býrt tú á skúlaheiminum hjá skúlanum.

Royndartíð er fyrstu seks mánaðirnar.

Freistin at søkja er hósdagin 31. august 2023.

Starvið verður sett skjótast til ber, men vit bíða fegin eftir rætta persóninum.

Ynskir tú at hoyra nærri um ella søkja starvið? Vend tær til Birnu, leiðara í Byggibúðini, á tel. 345046 ella bse@balslsev.fo

Hjá Bygma Balslev hava vit Byggibúð, Handverkarabúð, Timburdeild og Gólvdeild. Umframt hesar deildir eru Goymsla, Skrivstova og Marknaðardeild og deildina í Vági, Bygma Suðuroy. Í alt telja vit 85 elduhugað starvsfólk. Vit hava í løtuni seks lærlingar í ymsu deildunum. https://www.balslev.fo/lendis%C3%ADður/laerlingar-til-byggibúðina/

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið