Búsetur
Útgivið
22. marts 2024
Útgongur
5. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Kom og lær til byggismið, hjá okkum.

Hetta er ein yrkisútbúgving sum tekur 4 ár. Lærutíðin skiftir ímillum, verkligt arbeiði á byggiplássum og námsligt arbeiði á skúla í Danmark. Hesa tíðina arbeiðir tú á ymiskum byggiplássum, saman við royndum handverkarum. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. forskalling, armering, betongarbeiði, byggiarbeiði. Skúlaskeiðið er tilsamans 55 vikur í hesi 4 árini.

Um tú hevur áhugað í at framleiða og dámar kropsligt arbeiði, ert ágrytin, røkin og álítandi og hevur lætt at samstarva við onnur, so kunnu vit bjóða tær eitt spennandi lærupláss.

Sum lærlingur verður tú við í nógvum spennandi og fjølbroyttum uppgávum. Vit ynskja at fólk hava tað gott og trívast í arbeiðinum. Vit hava árlig starvsfólkatiltøk og raðfesta trygdina hjá starvsfólkunum.

Búsetur arbeiðir runt um í Føroyum – Eysturoy, Streymoy og Vágunum.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi skjótast gjørligt, tó í seinasta lagi 5. Apríl 2024

Umsókn kann sendast til:

Sp/f Búsetur
Á Hjalla 24
188 Hoyvík

Ella á t-post: busetur@busetur.fo

Vil tú hoyra nærri um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Sjúrður Holm á telefon 210830

Búsetur er stovnað í 1987 og í løtuni hava vit á leið 60 fólk í starvi. Vit hava bæði størri og smærri arbeiði innan alt slag av bygging og umvæling, eins og vit kunnu átaka okkum uppgávur í sambandi við skipaumvælingar bæði aptering og garnering.Vit kunnu eisini átaka okkum entreprenørarbeiði. Vit leggja stóran dent á heilsu og trygd hjá starvsfólki og á umhvørvið sum heild. Vit eru ein álítandi fyritøka, og leggja dent á at hava nøgdar kundar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið