IDEmøblar
Útgivið
12. april 2024
Útgongur
26. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Nú kanst tú gerast partur av einum sterkum toymi, tí vit í IDEmøblum leita eftir einum ágrýtnum og framfýsnum lærlingi

Um tú ...
• brennur fyri at selja og hevur eyga fyri og hug at arbeiða við innrætting
• hevur sjálvsálit, ert fyrikomandi og opin
• hevur FHS, hægri handilsskúli ella aðra viðkomandi útbúgving ... so ert tú møguliga júst tann, vit leita eftir.

Sum partur av IDEmøbla-toyminum kanst tú verða vís/ur í at hava ein spennandi gerandisdag í Føroya stórsta møblahúsi. Vit hava 45 ár á baki, og øll hesi árini hava vit lagt dent á at hava dygdargóðar vørur í handlinum og eina tænastu, sum er í hásæti.

Arbeiðsviðurskiftini eru góð við skiftandi arbeiðstíðum innan fyri eina vanliga arbeiðsviku. Við í lærutíðini sum søluatstøðingur er skúlagongd í Danmark ella í Føroyum.

Umsókn:
Er hettar nakað fyri teg, send skjótast gjørligt eina stuttorðaða umsókn til:

IDEmøblar
Postboks 3220
FO-110 Tórshavn
ella ein t-post til sandri@ide.fo

Vit hava brúk fyri tær at byrja sum skjótast, men vit bíða fegin eftir tí rætta.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið