Landssjúkrahúsið
Útgivið
28. marts 2024
Útgongur
15. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir leiðandi læknaskrivara at seta frá 01.06.2024 ella eftir nærri avtalu.

Sum leiðandi læknaskrivari verður tú partur av einum skrivaratoymi, sum umfamt leiðandi læknaskrivara er samansett av læknaskrivarum og skrivstovufólki. Eisini verður tú partur av einum leiðslutoymi, sum er samansett av depilsleiðslu, deildarleiðarum og fakligum leiðarum.

Psykiatriski depilin stendur fyri allari psykiatriskari viðgerð í føroyska sjúkrahúsverkinum, tá tað snýr seg um vaksin fólk. Vit fevna um bæði ambulantar eindir og innleggingareind.

Tú verður partur av einum depli, hvørs siðvenja er høg faklig dygd og stórt engagement í arbeiðsuppgávunum. Arbeitt verður eisini við eini samskapandi psykiatri, har hugtøkini “rehabilitering og recovery” eru týdningarmikil í tilgongdini. Til at menna okkara viðgerð arbeiða vit við betranarháttinum Quality Improvement (QI).

 

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • Tryggja fakligu dygdina í læknaskrivarayrkinum so hendan er í trá við tørvin og menningina á Psykiatriska deplinum.
  • Tryggja, at tann einstaki toymislimurin og skrivaratoymið sum heild upplivir trivna og arbeiðsgleði.
  • Vera partur av leiðslutoyminum á Psykiatriska deplinum og samstarva við aðrar leiðarar.
  • Standa fyri upplæring av læknaskrivaranæmingum á deplinum.
  • At halda fast í og vera við til at menna tvørfakliga samstarvi á deplinum.
  • Gera og dagføra mannagongdir og arbeiðsgongdir í mun til talgildar skipanir, umframt undirvísa í hesum.
  • Vera við í innleiðsluni av nýggjum starvsfólki.
  • Umsita sjúklingakærur og samskifti við Kærustovnin.
  • Umsita tvingsilsskjøl og uppgerð av hesum.
  • Umsita fyrispurningar frá ákæruvaldinum.

 

Harumframt vil talan eisini vera um læknaskrivarauppgávur so sum visitering, innkalling av sjúklingum, umsiting av bíðilistum, journalskriving, avgreiðsla av kautiónum, reseptavgreiðsla, skráseting o.s.fr.

KT-amboð í verða nýtt eru
Microsoft Outlook, Office pakkin, Cosmic, Mirsk, 360 Journal og PLI-skjalaskipanin

Vit leggja dent á at:

  • Tú ert útbúgvin læknaskrivari.
  • Tú ert ein náttúrlig fyrimynd.
  • Tú hevur góð samstarvs- og samskiftis evnir.
  • Tú hevur evni at raðfesta og skipa arbeiði.
  • Tú hevur hug at arbeiða við leiðslu og verða virkin í leiðslutoyminum á deplinum.
  • Tú hevur hug at arbeiða við menning.

 

Vit kunnu bjóða
Tú kemur at luttaka í Leiðslumenning, sum Sjúkrahúsverkið fyriskipar, saman við hinum leiðarinum á deplinum. Hendan menning er við til at menna tínar fakligu og persónligu førleikar í leiðslu.

Eitt fakligt spennandi starv, avbjóðingar við at arbeiða á einum fjølbroyttum arbeiðsplássi við ymiskum fakbólkum.

Seinni í ár flyta vit í nýggja H-bygningin og verða tá ymiskar broytingar í arbeiðsgongdum og skipanarligum viðurskiftum, sum tú verður ein partur av.

Lønar – og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til depilsleiðara Eydnu Iversen Lindenskov á t-post eydna.lindenskov@ls.fo ella til depilsleiðara Tormóður Stórá á t-post tormodur.stora@ls.fo

Vinarliga søk starvið her.

 

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið