Tórshavnar kommuna
Útgivið
13. marts 2024
Útgongur
2. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir stovnsleiðara til Dagstovnin Birkilund at byrja 1. mai 2024 ella eftir nærri avtalu.

Á stovninum eru 3 vøggustovur og 4 barnagarðsstovur. Haraftrat ein stova til tey 6 ára gomlu børnini, sum ganga seinasta ári í barnagarði.

Stovnurin liggur væl fyri í náttúruvøkrum umhvørvi í Eysturbýnum tætt við Hoyvíkstjørn. Børnini eru javnan túrar í eitt nú Viðarlundini, Boðanesi, Grasagarði og Hoydølum, har tey hava góðar umstøður at royna seg í avbjóðandi lendi og uppliva frísku náttúruna og djóralívið.

Á Dagstovninum Birkilund verður dentur lagdur á at geva børnunum góðar umstøður at spæla. Tað er ígjøgnum spæli at børnini læra um seg sjálvan og sítt umhvørvið. Barnaárini hava virði í sjálvum sær, har børnini mennast og fáa góðar upplivingar saman. Relatiónsarbeiði er berandi í øllum námsfrøðiliga virkseminum á stovninum og barnaáskoðanin er, at møta tí einstaka barninum, har tað er.

Vit ímynda okkum ein leiðara, sum tekur ábyrgd og hevur hugsjónir í mun til leiðslu og námsfrøði. Sum vil virka fyri einum høgum fakligum støði, har námsfrøðiliga tænastan er í miðdeplinum. Einum leiðara sum ynskir støðuga menning í egnum starvi, fyri starvsfólkini og fyri námsfrøðiliga virksemi. Leiðarastarvið inniber bæði samstarv og sjálvstøðugt arbeiði, har tú fær avbjóðingar og møguleikar at mennast. Harumframt er ein partur av leiðarastarvinum at fyrisita og umsita fíggjarviðurskiftini hjá stovninum.

Sum stovnsleiðari kemur tú at arbeiða í einum bygnaði, har dagstovnaøkið er skipað í fýra eindir. Endamálið er at skapa samanhang í mun til námsfrøðiliga tænastu og leiðslu. Bygnaðurin hevur við sær, at tú arbeiðir í tøttum samstarvi við eindarleiðaran og eisini við aðrar stovnsleiðarar. Hetta samstarvið hevur týdning fyri, at dagstovnaøkið kann arbeiða fram ímóti eini felags kós og námsfrøðiligari dygd.

https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144188

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið