Almannaverkið
Útgivið
18. marts 2024
Útgongur
1. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um starvið
Almannaverkið søkir eftir leiðara til eindina Barnaverndarstovnar. Leiðarin kemur at vísa til eindarleiðaran og verður partur av einum leiðslutoymi, sum er eindarleiðari og fýra leiðarar.

Leiðarin kemur at leiða virksemið í Bú- og viðgerðarstovnunum í Grásteinsgøtu 2c og 2d. Starvið er fulla tíð og verður sett 15.05.2024, ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðsuppgávur og ábyrgd
Vit leita eftir einum sjónligum, nærverandi og fakliga dugnaligum leiðara

Bú- og viðgerðarstovnarnir Grásteinsgøtu 2c og 2d veita sosialnámsfrøðiliga viðgerð og umsorgan í tryggum og heimligum umhvørvi. Í viðgerðini verður dentur lagdur á sernámsfrøðiliga strimbran, og at gerandisdagurin er merktur av strukturi, forútsigiligheit og týðiligheit.

Høvuðsuppgávan hjá leiðaranum er at tryggja at børnini og tey ungu skulu fáa umsorgan og viðgerð á høgum stigi.

Leiðarin skal somuleiðis viðvirka til góðan trivna og at starvsfólkini fáa eitt fakligt spennandi arbeiðspláss við greiðum arbeiðsgongdum, sum tryggja dygdina á stovninum

Uppgávurnar og ábyrgdin er lýst í leiðaraprofilinum her

Førleikar
Tú skalt hava útbúgving sum námsfrøðingur ella heilsufakliga útbúgving. Tú skalt hava royndir at arbeiða við børnum og ungum og royndir við starvsfólkaleiðslu og fakligari leiðslu.

Neyðugt er at hava koyrikort.

Væntanir

Vit vænta, at

  • tú hevur góðar eginleikar at samskifta og samstarva.
  • tú hevur hegni at raðfesta og kann hugsa framskygt.
  • tú ert broytingar- og samstarvssinnað/-ur.
  • tú kennir týdningin av at veita eina góða sosialnámsfrøðiliga viðgerð
  • tú ert skipað/-ur og hevur førleikar og skil fyri fyrisiting.
  • tú dugir at orða teg í skrift og talu og hevur góðan kt-førleika.
  • tú støðugt mennir teg sjálvan sum leiðara til uppgávurnar og til ábyrgdina

Barnaváttan
Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3 hevur Almannaverkið skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd

Vit kunnu bjóða
Vit bjóða tær eitt spennandi starv við fjølbroyttum og avbjóðandi uppgávum á einum dynamiskum arbeiðsplássi, har tú mennist fakliga og persónliga. Í 2024 verður skipað fyri miðvísari leiðslumenning av øllum leiðarum í Almannaverkinum.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið og tænastan er í løtuni í Trivnaðardeplinum, Barnaverndarstovnar. Tann, ið sett/-ur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Starvið er flokkað í flokki 33 í lønartalvuni fyri Tænastumenn landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv.

Setanartreytir annars eru sum fyri sáttmálasett, sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.

Um viðkomandi, ið sett/-ur verður, frammanundan er tænastumaður innan økið, er møguleiki fyri at halda fram sum tænastumaður.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin "Søk starvið".

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 01.04.2024 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Julionnu Næs Olsen, eindarleiðara, á telefon 297426.

Eindin Barnaverndarstovnar er bú-og viðgerðartilboð til børn og ung. Meiri kunning um eindina fæst við at trýsta her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið