Tórshavnar kommuna
Útgivið
18. marts 2024
Útgongur
2. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tórshavnar kommuna sóknast eftir einum framsøknum leiðara at standa á odda fyri stovninum Ítróttaanlegg, sum hevur um hendi allar ítróttahallir, fótbóltsvøllir og ítróttabreytir í kommununi.

Starvið verður sett skjótast til ber.

Talan er um eitt spennandi starv, sum krevur góð leiðsluevni og eldhuga. Á stovninum eru uml. 20 starvsfólk, harímillum umsiting, toymir av hallar- og vallarvørðum við ymsum handverksfakligum útbúgvingum og toymi av reingerðarfólkum.

Leiðarin á Ítróttaanleggum hevur týðandi ábyrgd fyri nøkrum av størstu bygningum og anleggum í kommununi. Haraftrat stendur Ítróttaanlegg fyri at leiga út hallar- og vallartíðir, og hevur tí eisini nógv samskifti við ítróttafeløg, borgarar, sersambond, vinnu, konsertfyriskiparar v.fl.

Tórshavnar kommuna raðfestir ítrótt og rørslu høgt og byggir støðugt ítróttaøkið út eisini til nýggjar ítróttagreinar og málbólkar. Sum leiðari fert tú at mynda stovnin og menningina av økinum, og hevur somuleiðis fíggjarliga ábyrgd av stovnsjáttanini.

Leiðarin hevur virknan og leiðandi leiklut í sambandi við útbyggingar innan økið. Partur av hesum er eisini íløguverkætlanir og viðlíkahaldsætlanir.

Ítróttaanlegg er stovnur við tilvísing til trivnaðarfyrisitingina í Tórshavnar kommunu. Stovnurin er í tættum samstarvi við aðrar eindir og deildir innan kommunalu fyrisitingina.

https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144190

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið