SP/F DVEYLAN
Útgivið
5. oktober 2022
Útgongur
19. oktober 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Dveylan sóknast eftir leiðara til kvøldreingerðina í Tórshavn.

Hetta er fulltíðarstarv, har flestu uppgávurnar verða gjørdar um dagin í vanligari arbeiðstíð.

Stundum eru uppgávur um kvøldið, t.d. at læra nýtt starvsfólk upp. Umframt hetta ert tú at røkka á telefon um kvøldið, um okkurt er áfatt hjá starvsfólki ella viðskiftum (kundum). Hetta verður samsýnt.

Arbeiðstíðin er sera víkilig (da. fleksibel), so at tú kanst leggja nógv av arbeiðinum og uppgávunum soleiðis, at tað passar tær. Bara arbeiðið verður gjørt væl og rættstundis.

Dveylan leggur sær eina við góðsku og góða tænastu, og vóna vit, at hetta dregur teg og gevur tær íblástur og áræði at fremja hetta saman við okkum. Tú verður partur av einum stuðlandi og góðum arbeiðsumhvørvi.

At hava ábyrgdina av kvøldarbeiðunum ber við sær millum annað:

  1. At gera vaskiætlanir og bíleggingarlistar
  2. At seta vaskifólk
  3. At upplæra vaskifólk
  4. At vera kontaktpersónur hjá kvøldvaskifólki
  5. At vera kontaktpersónur hjá kvøldviðskiftum
  6. At hava regluligt eftirlit við kvøldarbeiðunum

Vit læra teg upp og hava skipanir og mannagongdir at fylgja, sum ger arbeiðið lættari.

Vit vænta, at tú:

  • Dugir at vaska
  • Ert ágrýtin í góðsku
  • Ert ágrýtin at gera eitt gott arbeiði
  • Dugir at arbeiða saman við fólki
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • Hevur gott yvirlit
  • Hevur koyrikort

Tað er ein fyrimunur

  • At vera roynd/ur í at vaska
  • At hava hildið hús

Um okkum
Dveylan sp/f veitir privathúsum, virkjum og stovnum reingerðartænastur. Uppgávurnar fevna víða: frá løtt reingerð til upp- og niðurvask. Frá ráðgeving til fulla ábyrgd av arbeiðinum.

Umsókn
Hevur tú áhuga í at søkja starvið, so send okkum nøkur orð um teg sjálva/n og møguligar arbeiðsroyndir.

Meira fæst at vita við at ringja til Jákup Heinesen, telefon 260345.

Umsóknir skulu sendast til dveylan@dveylan.fo. Viðmerk “Umsókn – kvøldleiðari”.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið