Almannaverkið
Útgivið
11. april 2024
Útgongur
21. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um starvið
Almannaverkið søkir eftir leiðara til eindina Virknistænastur. Tú verður leiðari á Verkstaðnum Stíggjur og á Frítíðartilboðnum á Høgabóli.

Tú vísir til eindarleiðaran og verður partur av einum leiðslutoymi, sum er eindarleiðari og sjey leiðarar.

Starvið er fulla tíð og verður sett skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur og ábyrgd
Vit leita eftir einum sjónligum, nærverandi og fakliga dugnaligum leiðara.

Á Stíggjanum og í frítíðartilboðnum er endamálið hjá tær at skapa karmar, ið tryggja ein virknan og innihaldsríkan gerandisdag og eitt virkið og sjálvstøðugt lív, hóskandi til menningar- og førleikastøði hjá tí einstaka.

Somuleiðis er uppgávan at tryggja umstøður til, at borgarin og starvsfólkini fáa eitt kreativt, spennandi og gevandi umhvørvi at vera í. Tú skalt viðvirka til góðan trivnað og til, at starvsfólkini fáa eitt fakligt spennandi arbeiðspláss við greiðum arbeiðsgongdum, sum tryggja dygdina á stovninum.

Vit ímynda okkum ein leiðara, sum hevur hugsjónir innan økið, sum er savnandi og hevur evni at stuðla undir at menna virksemið og starvsfólkini til framtíðartørvin á økinum.

Meira um uppgávurnar og ábyrgd er í leiðaraprofilinum. Trýst her ella tak niður viðfesta skjal.

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið