Fólkaheilsustýrið
Útgivið
20. marts 2024
Útgongur
5. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Starv sum løgfrøðingur til Fólkaheilsustýrið er leyst at søkja við starvssetan eftir nærri avtalu.

Fólkaheilsustýrið
Fólkaheilsustýrið umsitur Løgtingslóg nr. 77 frá 6. mai 2022 um Fólkaheilsustýrið. Høvuðsuppgávan hjá stovninum er at skipa heilsufakliga økið í Føroyum og veita granskingargrundaða ráðgeving við støði í føroyskum heilsu- og samfelagsviðurskiftum.

Fólkaheilsustýrið umsitur m.a. tilbúgvingina í føroyska heilsuverkinum og ger vegleiðingar til heilsulóggávu og tilmæli til myndugleikar og stovnar. Fólkaheilsustýrið umsitur somuleiðis farsóttarøkið við støði í farsóttarlógini og kunngerðum við heimild í farsóttarlógini.

Arbeiðsuppgávur

  • Fyrisiting innan tey málsøki, sum Fólkaheilsustýrið varðar av.
  • Tilevna vegleiðingar og leiðbeiningar til heilsulóggávu
  • Fyrireiking av málum til støðutakan eftir galdandi lóggávu
  • At veita leiðslu og starvsfólkum í Fólkaheilsystýrinum ráðgeving og vegleiðing
  • Fyriskipa hoyringar – og viðgera hoyringssvar í sambandi við broytingar á farsóttarøkinum.
  • Arbeiða við kunngerðum og mannagongdum í sambandi við farsóttarlógina.
  • Ymsar innanhýsis løgfrøðiligar uppgávur

Førleikakrøv

  • Løgfrøðiligt kandidatprógv – cand.jur.
  • Góð samstarvsevni, ert ábyrgdarfull/-ur, røkin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • Dugir at orða teg væl í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum.
  • Ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá ið á stendur
  • Megnar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og samstarva/samskifta nógv við onnur, bæði innan- og uttanhýsis
  • Áhugi fyri fakøkjunum, sum Fólkaheilsustýrið fevnir um
  • Royndir innan almenna fyrisiting eru ein fyrimunur

Vit bjóða

  • Áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv, har týdningarmiklar avgerðir verða tiknar
  • Møguleikar fyri fakligari menning
  • Eitt arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á góðan trivnað

Lønar og setanartreytir
Starvið er fulla tíð. Arbeiðsstaðurin er Eirargarður2, 2. hædd í Tórshavn.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Tann, ið sett/ur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Umsókn
Umsóknir til starvið skulu sendast til

Fólkaheilsustýrið
Eirargarður 2, 2. hædd
100-Tórshavn

ella við telduposti til:
hst@hst.fo

Umsóknir við avriti av prógvi, lívsrensli og møguligum viðmælum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 5. apríl 2024.

Meira fæst at vita við at venda sær til Bjarna á Steig, stjóra, á tel. 233070 ella bjarni@hst.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið