MEST
Útgivið
12. april 2024
Útgongur
10. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vilt  læra, hvussu man kann tjena meira?

MEST søkir eftir lærlingi til goymsluna og sølubúðina í Havn.

Dámar tær sølu og tænastu? Vilt tú arbeiða í eini fyritøku, sum loysir stórar uppgávur, og har 70 onnur ung eru í læru?

Vælkomin á Team Mest
Her lærir tú týðandi handilsarbeiði, eitt nú at heinta inn tilboð, at samanbera prís og dygd, at keypa inn í hóskandi mongd, at víðariselja við vinningi og mangt annað. Í hvørjum liði kann peningur vera at vinna, um rætt verður arbeitt.

Læran hjá tær eitur logistikkatstøði og er ein handilsútbúgving við sergrein í logistikki.

  • ertágrýtin,
  • tímirsera væl sølu og kundar,
  • hevurmiðnámsútbúgving ella fært hana í summar.

Vit

  • erueitt spennandi arbeiðspláss,
  • havaeitt gott sosialt umhvørvi,
  • bjóðagóðar framtíðarmøguleikar.

Um lærutíðina
Lærutíðin er upp til tvey ár og seks mánaðir. Ein part av tíðini fært tú praktiska og neyva upplæring hjá MEST, eitt nú í vørum okkara, kundarøkt, søluteknikki og goymslu, og ein part ert tú á skúlabonki. Skúlagongdin er í Danmark.

Umsóknarfreistin er 10. mai 2024

Vilt tú vita meira um starvið, ring ella skriva til Eirik Joensen, goymsluleiðara, á telefon 791177 ella á eirikur.joensen@mest.fo.

--

Vit eru MEST

Ein fyritøka á fimm hundrað hegnig fólk, sum hvønn morgun tørna til á føroyskum skipasmiðum og verkstøðum og í frálandavinnuni úti í heimi. Vit smíða og bøta um bátar og skip, tilevna tól úr klingandi stáli, skaffa nýtt fyri slitið og brotið og hiva og sleipa mangt less upp á pláss.

Vit eru í Havn, Runavík og á Skála, og hevur  hug og hendur, kanst  koma við.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið