Útgivið
26. juli 2021
Útgongur
6. august 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Lærari til ítrótt C- og B-stig

Gymnasiala Tøknibreytin sóknast eftir tímalærara til lærugreinina ítrótt.

Førleiki
Kunngerð nr. 119 frá 19. juli 2019 um fakligan førleika hjá lærarum í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum,  https://logir.fo/Kunngerd/23-fra-07-04-2014-um-fakligan-forleika-hja-laerarum-i-gymnasialu-midnamsutbugvingunum

Av tær vænta vit, at tú
Kanst fyriskipa og avrika undirvísingina sjálvstøðugt

Ert eldhugaður, opin og jaligur

Hevur góð evni at samskifta munliga og skrivliga

Hevur góð evni til samstarv og trívist væl millum ung, næmingar og onnur starvsfólk

Starvið
umfatar undirvísing av tøknibreytarnæmingum í ítrótti umframt tvørfakligt samstarv og luttøku í toymisarbeiði.

Ítróttur C-stig er 2 og 4 tímar aðruhvørja viku og ítróttur B-stig er 4 og 6 tímara aðruhvørja viku.

Setanartreytir
eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag.

Umsókn
skal sendast skúlastjóranum á teldupost adressuna runih@tsk.fo, í seinasta lagi 6.august 2021.

Lærarin skal taka við starvinum 16.august 2021.

Eru spurningar um starvið, ber til at venda sær til Magnus Norðberg, undirvísara, magnusn@tsk.fo ella Rúna Heinesen, skúlastjóri.

 

Tekniski Skúlin í Klaksvík

www.tsk.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið