Útgivið
30. september 2021
Útgongur
2. november 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Maskinfólk til virkið á Glyvrum

Ert tú handafim/ur, og kundi tú hugsað tær ein spennandi gerandisdag við nógvum ymiskum avbjóðingum í einum dynamiskum arbeiðsumhvørvi? So er starvið sum maskinfólk á liðugvøruvirkinum hjá Bakkafrost á Glyvrum kanska nakað fyri teg.

Starvið
Sum partur av maskintoyminum á liðugvøruvirkinum verður tín fremsta uppgáva at loysa tøkniligar avbjóðingar og hava ábyrgd av viðlíkahaldi av framleiðslumaskinum til tess at tryggja eitt optimalt framleiðslurensl.

Ítøkiliga er talan um fylgjandi uppgávur:

  • Vanligt arbeiði við Baader-maskinum, pakkimaskinum og køliútbúnaði
  • Eftirlit, umvælingararbeiði og umstillingar av maskinum
  • Skráseting í viðlíkahaldsskipan og eykalutagoymslu

Talan er um fast starv, og starvsstaðurin er á Glyvrum. Arbeitt verður í vaktum, og tú verður partur av vaktarskipanini.

Tín vangamynd
Tú hevur viðkomandi tekniska útbúgving sum t.d. maskinsmiður, elektrikari ella líknandi.

Sum persónur ert tú væl skipaður og virkisfúsur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú hevur ein jaligan hugburð til uppgávurnar, og tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull/ur, vísa virðing og vera íðin, effektiv/ur og framsøkin.

Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku í menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar og eina frálíka kantinu.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Starvið verður sett sum skjótast.

Meira at vita
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hørður Mikkelsen, maskinformann, á tlf. 23 50 16 ella við telduposti til homi@bakkafrost.com.

Umsókn
Tú søkir starvið umvegis leinkjuna niðanfyri.

Umsóknarfreistin
Umsóknarfreistin er 1. november 2021. Starvið verður sett, tá skikkaður umsøkjari er funnin.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum í Føroyum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Harumframt hevur Bakkafrost biogassverkið FÖRKA. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

Søk starvið

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið