Útgivið
26. juli 2022
Útgongur
25. august 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Landsverk søkir eftir einum dugnaligum og álítandi maskinisti ella royndum handverkara til smiðjuna í Kollafirði at byrja skjótast til ber.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald og umvæling av maskinum og bilum, umframt annað arbeiði í smiðjuni. Ein av uppgávunum verður at leiða og skipa arbeiðið, tá formaðurin ikki er til staðar.

Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi útbúgving sum maskinist, entreprenørmaskinsmiður, maskinsmiður ella líknandi. Stóra koyrikortið er ein fyrimunur, tó ikki ein treyt. Hinvegin er tað eitt krav, at tú hevur vanliga koyrikortið.

Sum persónur ert tú forvitin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú ert dugnalig/-ur og arbeiðssom/-samur. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávunum.

Setanarviðurskifti
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Roknast kann við nakað av yvirtíðararbeiði.

Løn og setanarviðurskiftir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsrensli (cv) kann umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og skal vera okkum í hendi í seinasta lagið 3. august 2022. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Magna Berg, formann á tlf. 290 751 ella á teldupost mabe@lv.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið