Landssjúkrahúsið
Útgivið
8. februar 2024
Útgongur
10. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tekniska deild á Tænastudeplinum á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum arbeiðssomum og vælskipaðum maskinmeistara. Tekniska økið á Landssjúkrahúsinum er seinastu árini ment nógv, so talan er um eitt áhugavert og fjølbroytt starv.

Vilt tú tryggja, viðlíkahalda og hava ábyrgdina av tøkniligum útbúnaði, somuleiðis sum tú hevur fakligan førleika og áhuga fyri økinum, so ert tú kanska tann, sum vit leita eftir.

Um starvið
Arbeiðsøkið hjá Teknisku deild er at tryggja dagliga raksturin og viðlíkahaldið av øllum bygningum, bygningslutum og tekniskum innleggingum, íroknað tekniskari útgerð og aðrari útgerð á Landssjúkrahúsinum. Landsjúkrahúsið brúkar skipanirnar: CTS, Dalux og KNX.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • At hava samband við uttanhýsis veitarar
  • At góðskutryggja maskinur og útgerð
  • At viðlíkahalda og umvæla maskinur og útgerð
  • Ymiskt fyrifallandi arbeiði, sum er partur av arbeiðsøkinum hjá Teknisku deild

Starvið er fulltíðarstarv, har ein eisini er partur av vaktarskipanini á deildini. Í vaktarskipanini hevur tú tilkallivakt í eina viku, umleið 6. hvørja viku.

Starvið er til setan 01.04.2024 ella eftir avtalu.

Førleikakrøv

  • Útbúgving sum maskinmeistari

Vit vænta at tú:

  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Ert álítandi, fyrikomandi og tekur ábyrgd
  • Tolir broytingar í arbeiðinum
  • Hevur vilja til at eftirútbúgva teg um neyðugt
  • Hevur góðan røkjuskap og góðan KT-førleika

Vit bjóða

  • Eitt fjølbroytt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
  • Ávirkan á fakliga menning
  • Góða innleiðslu

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sæbjørn B. Nielsen, tekniskan leiðara, telefon 234539, teldupost saebni@ls.fo ella Terja Hammer, varaleiðara, telefon 234743, teldupost terha@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 10.03.2024.

Vinaliga søk starvið her.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kann ein lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Um okkum."

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið