Lýsing
Vit leita eftir einum eldhugaðum maskintøkningi.Tú kemur m.a. at arbeiða saman við teknistovutoyminum, sum eru framleiðslutøkningar og verkfrøðingar. Tínar uppgávur verða millum annað at gera fylgjandi:
- At verða partur av toymi sum ger umbyggingar/viðlíkahald
- At tekna 3D og 2D
- At gera arbeiðstekningar
- At gera skeritekningar
- At gera 3D skanningar
- At gera tekniskar uppmátingar
- At gera teknisk upplegg
- At gera tilboð
- Annað fyrifallandi á Tekni- og verkætlanarstovuni
Starvsstaðurin er á MEST og tú kemur at arbeiða í øllum samtakinum alt eftir hvar uppgávurnar eru.
Tú vísir til leiðaran fyri Tekni- og Verkætlanarstovuna.
Tín vangamynd:
Tú arbeiðir sjálvstøðugt, hevur eitt jaligt lyndi, og dugir væl at samstarva. Tú sært týdningin í at halda góðsku og arbeiðir við nærlagni. Tú megnar at arbeiða undir trýsti, tá nógvir bóltar eru í luftini í senn.
Tú dugir væl føroyskt og enskt og hevur góðar KT førleikar. Kunnleiki til skip, skipsútbúnað og maskinir er ein fyrimunur. Í starvinum skal ein rokna við nakað av ferðing uttanlands.
Vit bjóða tær:
Eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í einum mennandi umhvørvi. Í samband við eitt nú titringssmátingar verður tú sendur á skeið uttanlands.
Sum partur av MEST samtakinum hevur tú atgongd til okkara matarskipan á øllum deildum okkara.
Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna.
Umsókn
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Ynskir tú meira at vita um starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sunvard Joensen, leiðara fyri Tekni- og Verkætlanarstovuni á tel 791230 ella á teldupost: sj@mest.fo
Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 6 januar 2023 og skal latast inn umvegis hesa leinkju:
https://starv.mest.fo/Vacancy/Index/43
Starvið verður sett skjótast gjørligt og samrøður verða leypandi so hvørt umsóknir koma inn.