Landssjúkrahúsið
Útgivið
8. april 2024
Útgongur
22. april 2024
Staður
Denmark
Starvsstaður

Lýsing

Psykiatriski depilin tørvar eitt móttøkufólk til setan 1. juni 2024 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fulltíðarstarv. Til ber eisini at gera avtalu um at arbeiða í niðursettari tíð.

Sum móttøkufólk kemur tú í stóran mun at verða okkara andlit úteftir, og tí tørvar okkum eitt fitt fyrikomandi fólk, sum kann sýna blíðskap til okkara viðskiftafólk. Tú verður við til at innkalla og skráseta sjúklingar, hava telefonavgreiðslu, avgreiða endurnýggjan av reseptum, postavgreiðslu og aðrar fyrifallandi uppgávur. Tú verður eisini partur av einum skrivaratoymi, sum er samansett av læknaskrivarum og móttøkufólki.

Seinni í ár flyta vit í nýggja H-bygningin, sum sostatt verður títt nýggja arbeiðspláss og har mást tú tola, at arbeiðsuppgávurnar verða tillagaðar nýggju umstøðunum.

Virksemið á Psykiatriska deplinum fevnir bæði um ambulantar eindir og innleggingareindir. Arbeitt verður við útgreining og viðgerð. Starvsfólk við ymiskum fakligum førleikum arbeiða í tøttum samstarvi. Psykiatriski depilin arbeiðir við eini samskapandi psykiatri, har vit stremba eftir at leggja virksemið til rættis við hugtøkunum “recovery og rehabilitering” í huga. Vit arbeiða eisini við betran av okkara tænastum og nýta háttalagið Quality Improvement (QI).

Vit leggja dent á at:

  • Tú hevur royndir frá skrivstovuarbeiði ella móttøkuarbeiði.
  • Tú hevur góð samstarvs- og samskiftis evnir.
  • Tú raðfestir høgt tænastusinni og sýnir blíðskap eisini tá ið tú hevur nógv um at vera.
  • Tær dámar broytiligar arbeiðsuppgávur og hevur hegni at samstarva við viðskiftafólk og starvsfólk.

Vit kunnu bjóða:

  • Góða innleiðslu og upplæring á deplinum.
  • Tú verður partur av einum toymi við læknaskrivarum og skrivstovufólki.
  • Eitt áhugavert arbeiðsøki undir støðugari menning við góðum starvsfelagum.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til leiðslufulltrúa Bill Mc. Leod Jacobsen á t-post bilmc@ls.fo 

Umsóknarfreistin er tann 22. apríl 2024.

Vinarliga søk starvið her.

 

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið