Tórshavnar kommuna
Útgivið
15. marts 2024
Útgongur
31. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Dagstovnurin á Velbastað søkir eftir námsfrøðingum ella hjálparfólkum til vøggustovu og barnagarðin.

Vit søkja eftir:

  • einum føstum starvið til barnagarð at arbeiða 35 tíma viku. Starvsbyrjan 15. apríl 2024
  • einum føstum starvið til vøggustovu at arbeiða 35 tíma viku. Starvsbyrjan 1. mai 2024

Hvørji eru vit:
Dagstovnurin á Velbastað liggur í náttúru vøkrum umhvørvi, omanfyri bygdina Velbastaður og hevur eitt vakurt útsýnið yvir fjørðin og oyggjarnar Heyst, Koltur og Sandoy.

Dagstovnurin er ætlaður 60 børnum. Stovnurin hevur eina vøggustovu, tvær barnagarðstovur og ein frítíðarskúla. Eisini er stovnurin karmur um eitt ungdómstilboð/ungdómshús, sum hevur opið tvey kvøld um vikuna.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið