Sjóvar Kommuna
Útgivið
25. marts 2024
Útgongur
9. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir:

  • tveimum námsfrøðingum at arbeiða 30-40 tímar um vikuna, at byrja 15. apríl 2024 ella eftir nærri avtalu.

Um námsfrøðingar ikki søkja størvini, kann hjálparfólk verða sett tíðaravmarkað.

Vit ynskja

  • at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
  • at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur
  • at tú ert nærverandi, kreativ/ur og at tær dámar væl at vera úti
  • at tú sært møguleikar og avbjóðingar, sum eru í nærumhvørvinum
  • at tú verður við til at mynda og menna okkara námsfrøðiliga umhvørvi

Vit bjóða 

  • eitt sjálvstøðugt og áhugavert starv, har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi - eitt starv, har tú saman við dugnaligum starvsfeløgum ert við til at menna tað námsfrøðisliga umhvørvi
  • eitt starv, har trivnaður, umsorgan, nærvera og menning eru í hásæti

Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært barnaváttanarlógini §4, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

Meira fæst at vita um størvini við at tosa við Sóleyð Debes Joensen, leiðara, á tlf. 232747

Kunning um stovnin fært tú við at vitja heimasíðu okkara www.litliflottur.fo

Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 9. apríl 2024, kl. 12:00 og sendast til:

litliflottur@sjovar.fo

ella:

Dagstovnurin Lítlifløttur
Fløtuvegur 82
490 Strendur

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið