Námsfrøðingar til Gjáa í Gøtu

Eystur Kommuna
Útgivið
15. februar 2021
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Page Views
3050

Lýsing

Søkt verður eftir 2 námsfrøðingum.

  • Eitt starv á 30 tímar um vikuna at byrja 01. mars 2021.
  • Eitt starv á 25 tímar um vikuna at byrja 19. apríl 2021.

Í dagliga arbeiðinum leggja vit m. a. dent á:

  • at børn og starvsfólk trívast, og fáa avbjóðingar í gerandisdegnum.
  • at hava gott samstarv við foreldur og starvsfólk
  • at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn.
  • at virða tað einstaka barnið
  • at ferðast nógv í náttúruni.
  • ein stovn sum leitar sær íblástur frá Reggio Emilia hugtakinum og yvirførir tað til føroyska mentan.

Vit ynskja at tú:

  • ert álítandi og hevur góð samstarvsevnir.
  • hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag.
  • vilt vera við til at mynda og menna tað námsfrøðiliga umhvørvið.
  • undir ábyrgd av leiðslu og samstarvi við starvsfólkið, vil verða við til at mynda og menna tað námsfrøðiliga umhvørvið á Gjáa.

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til: eystur@eystur.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 01. mars 2021.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Dagbjørt Ó. Hansen, stovnsleiðara á telefon 73 00 50.

Um eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett ístaðin í tíðaravmarkað starv.

Søk
Legg fíla her leita lokalt...
Captcha