Klaksvíkar Kommuna
Útgivið
10. juni 2026
Útgongur
23. juni 2026
Staður
Falkland Islands (Malvinas)
Starvsstaður
Slag
Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Spennandi og lívligir gerandisdagar við glaðum børnum og góðum starvsfeløgum. Ljóðar tað sum nakað fyri teg? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Vit søkja eftir trimum námsfrøðingum til Mylnuhúsið at byrja 10. august 2026. Størvini eru á 30 og 35 tímar um vikuna ella eftir avtalu.

Um ikki námsfrøðingar søkja, verða atstøðingar ella hjálparfólk sett tíðaravmarkað í staðin.

Í Mylnuhúsinum verður arbeitt við sporpedagogikki. Hendan tilgongdin krevur forvitni og áhuga fyri námsfrøðiliga arbeiðnum, og tí er tað umráðandi, at komandi starvsfólk hava eitt opið sinn og eru sinnað at seta seg inn í nýggjar arbeiðshættir.

Vit vænta, at tú

  • Ert opin fyri nýhugsan
  • Dugir at síggja møguleikar fram um mørk
  • Virkar fyri einum góðum samstarvi við foreldur og starvsfelagar

Setanarviðurskifti

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Maju Højsted, leiðara, á telefon 457788 ella 237710.

Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Umsókn

Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 23. juni 2026.

Søk starvið her:
Starvsfólk til Mylnuhúsið

Um Mylnuhúsið

Mylnuhúsið er ein samskipaður dagstovnur við vøggustovu, barnagarði og útibarnagarði, har vit dagliga taka ímóti tilsamans 54 børnum í aldrinum 0–6 ár.

Í Mylnuhúsinum er pláss fyri, at bæði børn og vaksin kunnu seta síni spor. Vit arbeiða dagliga við okkara eygleiðingarevnum og eru serliga upptikin av sporunum, sum upptaka børnini.

Okkara námsfrøðiliga arbeiði tekur útgangsstøði í barninum, og sporini nýta vit til at leggja verkætlanir, aktivitetir og spøl í gerandisdegnum til rættis.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið