Tórshavnar kommuna
Útgivið
12. april 2024
Útgongur
27. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tórshavnar kommuna sóknast vegna Býlingshúsið á Ternuryggi eftir einum námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna í barnagarðsstovu við 17 børnum. Tú kemur at starvast saman við trimum starvsfólkum, harav ein er námsfrøðingur og hini hjálparfólk.

Býlingshúsið á Ternuryggi hevur eina vøggustovu og tvær barnagarðsstovur, og arbeiða tað 13 dugnalig, faklig og drúgv starvsfólka, sum hava verið fleiri ár á stovninum. Ein góður samansettur starvsfólkahópur, sum trívist, samstarvar og hevur ávirkan á námsfrøðiliga gerandisdagin. Býlingshúsið á Ternuryggi er eitt livandi stað, har menning og upplivingar hava frítt spæl. Relatiónir, nærvera og spæl eru týðandi partar av okkara arbeiði, so børn og vaksin trívast og mennast í tryggum umhvørvi.
Vit eru ein stovnur, sum samstarvar millum stovur, vit kalla okkum fyri ein opnan stovn. Har vit leggja stóran dent á, at vit vaksnu eru nærverandi og virkin saman við børnunum. Okkara ynski er at geva børnunum ein tryggan gerandisdag og at skapa góðar umstøður, har børnini kunnu mennast, granska og uppliva heimin. Við at arbeiða opið tvørtur um stovur meta vit, at børnini kunnu fáa góðar relatiónir til øll, stór sum smá.

Í okkara námsfrøðiliga arbeiði leggja vit stóran dent á, at síggja barni har tað er og leggja vit okkum eftir tørvinum hjá barninum.

Í dagligdegnum hava vit ymisk tiltøk á skrá, t.d. vitja vit ymiskar hallir tvær ferð um vikuna. Vit hava ein aktivan skúlabólk, sum hvørja viku før mennandi avbjóðingar og upplivingar. Árliga hava vit afturvendandi tiltøk, sum vit meta verða týdningarmikil fyri tað námsfrøðiliga arbeiði. Náttúran er okkara granni, vit eru nógv úti og brúka náttúruna í okkara námsfrøðiliga virksemi.

 

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið