Fróðskaparsetur Føroya
Útgivið
6. marts 2024
Útgongur
8. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Starv sum námslektari innan dátuvísindi við denti á stórdátum er leyst at søkja á Náttúruvísindadeildini við setan skjótast til ber ella eftir nærri avtalu. Á Náttúruvísindadeildini eru bachelorútbúgvingar í lívfrøði, verkfrøði, KT-verkfrøði og Diplom í web-menning. Harafturat er masterútbúgving í dátuvísindum.

Starvsøkið
Starvssetanin verður sum námslektari og kann eisini vera tíðaravmarkað parttíðarstarv sambært ynskjum, førleikum og royndum umsøkjarans. Góðir menningarmøguleikar vera í starvinum, til dømis luttøka á skeiðum og ráðstevnum innan fakøkið.

Undirvísing og fyrisitingarligar uppgávur í starvinum verða fyrst og fremst á masterútbúgvingini í dátuvísindum í skeiðinum dátugrunnatøkni til stórdátur, umframt í valskeiðum og verkætlanum í dátugrunnatøkni. Harumframt verða undirvísing og fyrisitingarligar uppgávur møguliga á øðrum skeiðum, sum eru knýtt at bachelorútbúgvingini í KT-verkfrøði og masterútbúgvingini í dátuvísindum. Væntað verður, at umsøkjarin kann luttaka í menning av nýggjum skeiðum og/ella útbúgvingartilboðum.

Førleikar
Fyri at verða settur í starvið sum námslektari, skal umsøkjari hava M.Sc. ella ph.d.-útbúgving í teldufrøði, verkfrøði ella náttúruvísindum og royndir innan stórdátur. Ynskiligt hava umsøkjarar undirvísingarroyndir á universitetsstigi innan dátugrunnatøkni til stórdátur og/ella royndir við forritan, stýrisskipanum, web-skipanum og dátugrunnum.

Námslektarar skulu fyrst og fremst hava góðan pedagogiskan førleika, vera góðir undirvísarar og hava nýggja gransking á avvarðandi vísindaøki sum grundarlag. Harafturat skulu námslektarar hava góðan fakligan førleika, rímiligan vísindaligan førleika og fyrisitingarroyndir í sambandi við hægri undirvísing.

Fyrimun hava umsøkjarar við góðum málførleikum í føroyskum, skandinaviskum og enskum. Víst verður í hesum sambandi til málpolitikkin hjá Setrinum, sum sæst her.

Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast CV, yvirlit yvir útbúgvingargongd og starvsroyndir og heil avrit av próvskjølum (ikki bert forsíður). Tú søkir starvið við at fylla hetta oyðiblaðið út og viðfesta viðkomandi skjølini.

Setanargongd
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Freist
Umsóknarfreist er mánadagin 8. apríl 2024.

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Hannes Gislason (hannesg@setur.fo), ph.d., professara, virkandi dekan og útbúgvingarleiðara fyri M.Sc. í dátuvísindum, ella Hilmar Simonsen (hilmars@setur.fo), ph.d., varadekan, útbúgvingarleiðara fyri B.Sc. í KT-verkfrøði og Diplom í web-menning. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.

Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er Føroya týdningarmesti hægri útbúgvingar- og granskingarstovnur. Virksemið á Fróðskaparsetrinum er gransking og granskingargrundað undirvísing, har samvirkan millum hesi bæði hevur til endamáls at tæna skiftandi tørvum og raðfestingum í føroyska samfelagnum og umhvørvinum um okkara leiðir.

Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 130 undirvísarar og granskarar, eini 40 starvsfólk í fyrisitingini og okkurt um 1000 lesandi. Fróðskaparsetrið fevnir um fimm deildir og eina miðfyrisiting. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá okkara lesandi og starvsfólki í einum umhvørvi, har øll kunnu mennast.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið